Oysla skattapengarnar burtur í Klaksvíkar Kommunu

Eitt tað fyrsta hendan samgongan í Klaksvíkar Kommuna er ígongd við, er at oysla skattapengarnar hjá okkum burtur.

Ístaðinfyri at leita eftir teimum 15. millióninum, so ætlar Klaksvíkar Kommuna at koyra eina eykajáttan ígjøgnum uppá 7.839.573,31 kr. í dag, so at niðara hæddin fer at kosta okkum skattaborgarnum 22.839,573,31 kr. bara fyri at nakrar privatar fyritøkur skulu leiga seg inn har og vit skulu gjalda fyri at gera hølini hjá teimum.

Tá ið meirilutin kundi stoppa spælilandinum og spýta pengarnar til eitt nýtt skýlið, so er tað eitt sindur løgið at meirlutin í Klaksvíkar Kommunu ikki kann steðga við veghæddini á Biskupstorginum?

Lat okkum fylgja við í dag, spennandi at vita, hvat Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Kommunu ætlar at stemma, um teir framvegis ætla at oysla skattapengarnar burtur í Klaksvíkar Kommunu.

Stroymingin sæst á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu, klikk link her “Býráðsfundur 25-02-2021”.

Her mín hjartans meining.

SáH

Please follow and like us: