ORKU- OG VEÐURLAGSPOLITIKKUR FØROYA – FYRSTU LÓGARUPPSKOTINI VERÐA LØGD FRAM HESA TINGSETUNA

Onkur hevur funnist at tí, at løgmaður ikki var meira ítøkiligur um orku- og veðurlagspolitikkin. Hetta undrar meg, tí eg havi sagt við allar politisku flokkarnar, at útspælið um orku- og veðurlagspolitikk hevur til endamáls at finna eina breiða semju, har allir flokkar skulu seta síni fingramerki á.

Fyri tíð síðani varð nýggi dagførdi orku- og veðurlagspolitikkurin lagdur fram. Arbeiðsbólkurin, ið varð settur at orða orku- og veðurlagspolitikkin, varð mannaður við umboðum fyri Umhvørvis- og vinnumálaráðið og Umhvørvisstovuna. Víst varð á, at tað var sera umráðandi, at orku- og veðurlagspolitisku málini eru høg og kortini realistisk. Ynskið var ein breið semja og tískil hevur politikkurin verið til almenna hoyring og politiska ráðførslu hjá teimum politisku flokkunum.

Málið er, at Føroyar skulu minka útlátið av vakstrarhúsgassi í minsta lagi 30% í 2031 í mun til 2010. Frá 2010 til 2020 vaks útlátið 30%, tískil krevur orku- og veðurlagspolitikkurin stórar og týðandi politiskar avgerðir fyri at tálma tað enn vaksandi útlátið. 25 átøk eru skotin upp fyri at røkka málinum, og eru tey í samband við orkuframleiðslu og –nýtslu, bygging og umvæling, ferðslu, handil og vinnu, býarmenning og náttúruvernd. Ætlanin er m.a. at gera smærri orkuverk – sól, vatn, vind – við eginframleiðslu, seta væl fleiri vindmyllur upp, hækka umhvørvisgjøld á bensin og dieselbilum stigvíst, og verja og endurbøta vátlendi og haga.

Hoyringarviðmerkingarnar gjørdar í áðurnevndu almennum hoyringum og politiskari ráðførslu verða viðgjørdar í arbeiðsbólkinum og uppskotið tillagað hareftir; tað er tískil upp til flokkarnar sjálvar, at seta síni fingramerki á.

Málið er at fáa uppskot til samtyktar um orku- og veðurlagspolitikk lagt fyri løgtingið miðskeiðis í september. Fyrstu lógaruppskotini, sum seta áðurnevndu átøkini í verk, verða løgd fram í hesi tingsetuni. Fyrst fyri eru elveitingarlógin, býarskipanarlógin og náttúruverndarlógin.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í Umhvørvis- og vinnumálum