Onki telefonsamband í Klaksvík og tað er kolandi stormur

Tað er als ikki gott nokk, vit hava kolandi storm og nógv kann henda og so hava vit onki telefonsamband í Klaksvík í løtuni. Hetta skrivar Føroya Tele á teirra Facebook síðu.

KUNNING UM BREK: Illveður er í dag, og hetta hevur ført við sær, at brek er á einum sjókaðalsambandi millum Eysturoynna og Streymoynna.

Hetta ávirkar eina røð av tænastum hjá okkum í løtuni kring alt landið.

Tað er millum annað fartelefonsamband, internetsamband, at ringja uttanlands og at rita inn á sjálvgreiðslur.

Arbeitt verður við at gera umleggingar í mun til brekið.

Í løtuni ber ikki til at siga, nær alt koyrir aftur sum vanligt.

Hvat skulu okkara eldru gera, um okkurt hendur við teirra húsið ella um tey skulu hava hjálp, her má okkurt neyðanlegg kunna setast tit, tí tað gongur ikki um ein ikki kann boða frá, at ein ynskir HJÁLP.

Havi fingið kunning nú, at tað altíð ber til at ringja til 112 um ein tørvar HJÁLP, so er at gera tað, um okkurt álvarsligt er hent.

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.