Onki svar fingið enn upp á Biskupstorgið?

News skrivaði og legði eitt filmsklipp út fyri 14. døgum síðani, har vit setti umsitingina hjá Klaksvíkar Kommunu ella Jógvan Skorheim nakrar spurningar viðvíkjandi Biskupstorgið, men hava einki svar fingið enn, men Jógvan Skorheim svaraði tann 22. juli sera ullint til Kringvarp Føroya, hoyr svarið her:

“Innflyting og avtalur eru á gáttini”

Hann svaraði als ikki uppá, hvat Biskupstorgið kostaði? um játtanin helt?, um Biskupstorgið kostaði meira ella minni enn avsett varð? Hvat tað fer at kosta, at leiga í Biskupstorginum? og hvat tað kostar handlum, at leiga seg inn í niðastu hæddina? og nær leigarnir sleppa inn.

Til høgru er filmsklipp, har undirritaði spyr enn einaferð um hesar spurningar, vónandi fáa vit svar skjótast gjørligt og minst til, at tit vunnið seinasta val, við at siga, at nú skuldi opinleikin setast í hásætið í Klaksvíkar Kommunu.

Símun á Høvdanum

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: