Onki skil á leiðini til Kalsoynna, útróðarbátur mátti koma teimum til hjálpar í morgun

Har stóðu hópin av fólkum á ferjuleguni í Syðradali, sum skuldi til arbeiðis og skúla í Klaksvík í morgun, men har var ongin hjálp at fáa frá Strandfaraskip Landsins.

Einasta tey fingu at vita via sms, at vegna tekniskar trupulleikar hjá Sam verða túrararnir úr Klaksvík kl. 06.40 og kl. 08.00 og av Syðradali kl. 07.00 og 08.20 ikki silgdur. Nærri kunning um siglingina hjá Sam í morgun er ávegis.

Útróðarbáturin Benjamin kom teimum til hjálpar og førdi tey inn, so tey kundi halda sínar avtalur.

Benjamin kom skúmandi inn eftir vágni við fullum skipi av fólkum klokkan 07:30 í morgun, sjá filmsklipp herundir. Gott vit eisini hava útróðrarbátar á Kalsoynni.

Hetta er als ikki nøktandi og sjá hesi sms, sum eitt ferðandi hevur koyrt á sín Facebook vanga og hetta er bara fyri hesa vikuna. Eisini skrivar viðkomandi, at tað sær soleiðis út at ongin bátur kemur í morgun, hetta skrivar viðkomandi á sín Facebook vanga:

Sær soleiðis út, at vit sleppa ongan veg í morgun. Á heimasíðuni stendur at nærri kunning er ávegis🤔vaknaði av sms kl.5 í morgun😴, Tjørnunes stendur á beding.

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.