Dysturin um fólkatingssessirnar  er í hæddini   og sambært síðstu veljarakanning   eru fleiri, sum ikki hava tikið støðu til,  hvønn tey fara  velja.  Eisini eru  nógv, sum ikki ætla sær á val.  

Síðsta veljarakanningin hjá Spyr.fo er ikki góður lesnaður  fyri fólkaflokkin, men vit missa   ikki mótið av eini veljarakanning.  Hetta  setir okkum  enn  meir upp til dystin.  Vit hava  sæð fyrr, at veljarakanningar ikki geva rætta mynd.   Tær eru bert ein løtumynd.

Allar súðir eru langtfrá  syftar enn. Dysturin  er  ikki lokin,   fyrrenn valhølini lata aftur.  

Mangur kappróður er ikki avgjørdur fyrrenn í síðstu tøkunum í  endaspurtinum og mangur fótbóltsdystur er ikki avgjørdur fyrrenn í  tíðini,  sum dómarin hevur lagt aftrat.

Eg eri  sannførd um, at  enn sum  áður hevur fólkaflokkurin  besta politikkin  fyri allar føroyingar – eisini til hetta  fólkatingsvalið.   Tí er altavgerandi,  at allir fólkafloksveljarar kring alt landið  fara mannsterkir á val og velja fólkaflokkin, ella eitt av valevnum hansara.

Latum  okkum sláa  ring um flokkin og koma aftur til røturnar og verja grundsjónarmið  floksins – eisini  til hetta fólkatingsvalið. 

Fólkaflokkurin verjir frælsið hins einstaka  –  herundir  eisini frælsið til  sjálvur at hava ræðið yvir størsta partinum  av  sínum ofta súrt  tjentu pengum  – og ikki umvent.  Tað skal løna seg at arbeiða eyka,  og tað skal løna seg at gera íløgur,  skapa virksemi og arbeiðspláss og framburð.   Tað skal løna seg at ganga undan og vera íverkseti.  Soleiðis skapa vit eitt burðardygt vælferðarsamfelag.  Hetta er góður fólkaflokspolitikkur og hvør einasta atkvøða fyri honum ger mun – eisini til eitt fólkatingsval. 

Tað er sjón fyri søgn, at okkara politikkur byggir land.  Latum okkum seta prís uppá hetta.

Ein serlig áheitan  á tykkum ungu, sum skulu velja fyri fyrstu ferð. Farið á val og veljið fólkaflokkin.   Og til tykkum, sum ikki ætla sær á val. Vælsignaði sitið ikki heima, men  farið á val og veljið fólkaflokkin.

Sjálv hevði eg sett stóran  prís uppá  hvørja einastu atkvøðu fyri mær persónliga.  

X  við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: