Ongin spenningur til FM stuttgeil 2018 í svimjing, Havnar Svimjifelag hevur longu vunnið, men tó?

Um vikuskiftið verður Føroyameistarakapping í svimjing í stuttgeil, men vit kunnu nú siga, at tað verður Havnar Svimjifelag, sum er farið avstað við Føroyameistaraskapinum 2018.
Havnar Svimjifelag hevur keypt Óla Mortensen Tórshavn og Alva Hjelm Klaksvík frá stórfelagnum í Danmark, Svømmeklubben Hovedstaden upp til FM og teir fara avstað við næstan øllum sigrinum hjá monnum.
Vit kunnu taka nøkur dømir, nú startlistin er komin, her “Luttakaralisti kapping 1-42”. 200 metur firvald, Óli Mortensen hevur tíðina 2:01.46 og Natanael A. Matras, sum nummar tvey 2:30.63, 29 sekund á muni. 400 metur blandað, Alvi Hjelm 4:19.91, nummar tvey hevur 4:37.25 og tað er Niels T. Nattestad, 18 sekund á muni. 800 metur frísvimjing, Óli Mortensen 7:53.68, nummar tvey Johan N. Dam 8:35.97, 43 sekund á muni.
Men í teimum stuttu greinunum er stórur spenningur, tí har kunnu Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag og Rókur Trygvason úr Ægir geva teimum kapping. Hyggja vit eftir 50 metur frísvimjing, har eru tilmeldingartíðirnar hjá teimum hesar: Róland 23.35, Rókur 23.81 og Óli 24.05.
Hjá kvinnunum verður meira spennandi, tí her er tað bara svimjarar, sum svimja í Føroyum og sum luttaka til FM og har hevur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag og Signhild Joensen úr Ægir verið teir heilt stóru svimjarnir, men har eru fleiri svimjara, sum hava forbetra seg sera nógv, so tær báðar eru ikki so einaráðandi, sum tær hava verið.
Annars er altíð spennandi, um svimjarnir fara at forbetra teirra tíðir og um nøkur Føroysk met vera sett.
Undirritaði hevur skrivað um hetta mál, um at keypa svimjarar úr Danmark til Føroyar, síðani Pál Joensen svam, har eg havi sagt, at man ikki hevur loyvið at svimja við tveimum feløgunum, men sigast skal beinanvegin, at tað meiningina hava eg bert sjálvir, tí har er ongin innan føroyska svimjing, sum tekur undir við mínari meining, men gott at øll ikki hava somu meining.
Vil ynskja øllum svimjarnum góða eydnu við FM í stuttgeil 2018 og sjálvandi bestu eydnu til Ægir.
Her nakrar myndir frá FM í stuttgeil 2017.
SáH