Ongin smitta staðfest seinasta samdøgrið

Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 8021 kanningarúrslit. Sostatt er heldur eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.

Tær 806 kanningarnar, ið eru gjørdar á Bakkafrosti, eru taldar við í samlaða kanningaryvirlitið. Heldur ikki á Bakkafrosti eru nøkur smitta staðfest.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 184 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 2.mai 2020 klokkan 07.45

Grillin hjá Símun - Maverick
Grillin hjá Símun – Maverick
Please follow and like us:

One thought on “Ongin smitta staðfest seinasta samdøgrið

  1. Pingback: sex

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.