Ongin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið

Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 8066 kanningarúrslit. Sostatt er heldur eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 185 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 3.mai 2020 klokkan 07:45.

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.