Ongin nýggjur tilburður staðfestur í gjár

Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 8403 kanningarúrslit. Sostatt er heldur eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 186 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 8.mai 2020 klokkan 11.35

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.