Ongin Norðoyastevna í 2020? ella verður hon?

Skulu vit ganga eftir tilráðingunum frá løgmanni Bárði á Steig Nielsen, so verður ongin Norðoyastevna í 2020.

Árni Gregersen, setti honum spurningin á tíðindafundinum klokkan 10:00 í morgun og segði løgmaður, at Norðoyastevan 2020 kundi gott haldast í 2020, men øll tilráðingini skulu haldast og helt hann fast í, at ongin festivalar og størri mentanartiltøk skulu haldast áðrenn 1. juli.

Hetta merkir at ongin Norðoyastevna verður í 2020?, tí tað kann metast sum eitt størri mentanartiltak, hetta merkir eisini at Eystanstevnan, Jóansøkan og Voxbotn heldur ikki kunnu haldast, tí á hesum stevnum kunnu samlast sera nógv fólk og á tann hátt, kunnu fyrireikarnir ikki halda tilráðingunum frá heilsumynduleikunum.

Heilsumynduleikarnir ætla at eftirmeta støðuna seinast í mai mánaðinum og tá koma við nærri boðum.

Hvat Norðoya Frítíðar og Ítróttarráð ferð at gera við nýggju støðuna, er ilt at meta um, men tað er NFÍ sum fyriskipar Norðoyastevnuna 2020, so roknast kann við at teir koma við einari kunning skjótast gjørligt.

SáH

 

Please follow and like us:

2 thoughts on “Ongin Norðoyastevna í 2020? ella verður hon?

  1. Pingback: satta king
  2. Pingback: DevOps Solution

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.