Politikkur Tíðindi

Ongar livandi myndir frá Løgtinginum í dag

Tingfundurin byrjaði eitt sindur yvir klokkan 11:00 í morgun, men í løtuni er bert ljóð og ongar myndir, nú klokkan er 11:10, men kanska onkur hevur gloymt at tendra myndatóli.

Her dagskráin:

Mikudagur, 22. Januar 2020, kl. 11:00

 1.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 45/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Broytt minstamark fyri skrásetingarskyldu o.a.)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

2.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 47/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Heimavirki)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

3.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 48/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja umsóknarfreistina fyri mvg-afturbering til almannagagnligt frítíðarvirksemi og leigubústaðir)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

4.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 43/2019: Uppskot til samtyktar um at stovna partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna
Málið verður beint í Rættarnevndina

5.    Framløga

Her síggja tit beinleiðis frá Løgtingsfundinum, klikk her, Løgtingi 22.01.2020.

SáH

 

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.