Omman og ommudótturin næstan trampaði í hel

Her omman og ommudótturin, bert nøkur fá sekund aftaná leyp handan stóra brúna lamaðin til vinstru á ommudóttrinum og har stríddist tey bæði fyri lívinum og vóru sera illa fyri, áðrenn vit komu teimum til hjálpar.

Seinnapartin vóru undirritaði, Saad, Tina, Yakub og lítli Símun og vitjaði djóragarðin Munkholm Zoo í Djúrslandi.

Alt gekk avbera gott, veðrið var avbera gott og vit hyggaði okkum ordiliga.

Yakub slapp at geva djórinum at eta og tað dámdi honum sera væl.

Nógvar myndir blivu tiknar og vit nærkaðist endanum á túrinum, komin til har Lamaðirnar, ásnar (æsel) nandu, camerounfår og alpaca vóru, segði Tina um tað ikki var eitt gott hugskott at vit fóru inn at fóðra hesi djórini eisini og eg segði bums nei, tí síðst eg var á Munkholm Zoo spýtti ein Lama á meg og tað vildi eg so ikki uppliva aftur.

Tá ið vit komu har vóru fólk innanfyri gyrðina, sjá myndina omanfyri. Vit sóu eina ommu við ommudóttrini innanfyri gyrðingina og mamman stóð uttanfyri, men mitt í tí heila, so skrýggjar mamman og stórur panikkur bleiv í, vit síggja at lamaðin leypur á barni, lamaðin var sera stór og vigar umleið 150 kilo og barni var bert umleið 6 ára gomul og lamaðin byrjar at trampa á tað og omman leggur í millum, men so leypur lamaðin á ommuna og har liggja báðar á jørðini og lamaðin roynir at trampa tær báðar í hel.

Har var onki at gera, eg sigi við Saad at vit mugu hoppa inn og bjargað teimum. Saad var skjótari enn eg og slóð lamaðina fleiri ferðir, men har var onki at gera, lamaðin bleiv bara svakari, dótturin kom gruvlandi afturum meg og so fekk eg hana til mammuna og har stóð Saad við hesum stóra djórinum og royndi at bjarga ommuni og so kom eg teimum hjálpar, men nú vóru nógv djór uppøst, eg fekk fatur í ein stórum steini og kastaði alt hvat eg kundi eftir lamaðini og eg haldi eg rakti hetta svaka djórið í beini og tað bakkað nøkur skritt aftureftir og lukkutíð hevði Saad fingið ommuna upp á føtur og vit fingu okkum øll út í øllum góðum. Ein svensk ella norsk dama kom eisini til hjálpar og hon fekk lokka djórini til síðuna við matið og so slapp hon sær eisini útum.

Ein sera dramatisk hending og vóru hesi bæði sera illa viðfarin. Nógv blóð var á andlitinum hjá teimum og høvdu tey eisini snuddir á kroppinum og væntandi var nøsin brotin á barninum, men tað eri eg ikki ordiliga sikkur uppá.

Saad hevði eisini fingið nakrar snuddir, men ikki so ógvusligar sum omman og ommudótturin, hann hevði eitt sindur av blóðið á hondum og blusini, men tað var frá teimum báðum sum vit bjargaðu.

Saad leiddi tey til arbeiðsfólkini á Munkholm Zoo og tey byrjaði at turkað blóð, vaska teimum og koyra forbindingar á tær báðar og øll vóru í sjokk. Hvussu illa teir fóru vita vit ikki, men tær vóru á lívið og tað var tað týdningarmiklasta.

Tey takkaði okkum báðum fleiri ferðir fyri teirra lív og tey høvdu fingið sítt lívs sjokk, tey søgdu at høvdu vit ikki verið júst har, so vóru tær báðar møguliga trampaði í hel.

Vit gjørdu ikki meira við hendingina og fóru heim aftur til Trustrup. Á vegnum keypti við jarðber og so fingu vit okkum jarberð og fløda við sukur omaná.

Ansi eftir tykkum tá ið tit fara í Djóragarðar í Danmark, farið ikki inn har djórini eru nógv størri enn tit, tí tað kundi enda heilt galið í dag.

SáH