Óli M. Lassen aftur í Fólkaflokkinum.

Í 2008 var Óli M Lassen valdur til býráðið í Klaksvíkar kommunu fyri Fólkaflokkin. Hann var valdur fyri Sjálvstýri í 2016 og 2020.

Óli M. Lassen sigur at hann ikki sær sín leiklut í Sjálvstýri longur. Tí hevur hann valt at gerast virkin aftur í Fólkaflokkinum, har hann hevur verđi virkin frá ungum árum av.

Í býráðshøpið hevur hann verđi serliga virkin innan tekniska økið. Hann var formađur í teknisku nevnd í átta ár. Hann var limur í byggi- og býarskipanarnevndini í átta ár og hevur eisini millum annađ eisini sitiđ í havna- og vinnunevndini.

– Eg fari framvegis at verða virkin innan samfelags- og fiskivinnuviðurskifti. Hetta eru økir, iđ hava mín stóra áhuga og gleði eg meg at virka saman við býráðnum í teimum nevndum, har eg eri umboðaður. Gongdin í búskapinum er framvegis góð, og er tað við góðum treysti, at vit framhaldandi fara at menna okkara kommunu.

Óli M. Lassen

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author