Okkara íðkarar stóðu seg væl

 

NM 2022 í amboðsfimleiki er av, og tað var eitt sera spennandi vikuskifti við nógvum og sera flottum fimleiki.

Okkara íðkarar stóðu seg væl, og tað bleiv til trý finalupláss hjá monnum. Rani kom víðari í gólv og lop og Aron kom víðari í beinsveiggj.

Hóast tað ikki rakk til heiðursmerki hesaferð, so sæst týðuligt, at føroyskur fimleikur er mentur nógv hesi seinastu árini, og tað eru vit í Fimleikasambandinum sjálvsagt sera fegin um.

Allir okkara íðkarar hava kýtt seg, og vit eru so sera errin av teimum øllum.

Tey koma nú heim við eini ørgrynnu av íblástri til víðari og áhaldandi menning.

Føroya Fimleikasamband

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: