Tøkni

Okkara fjarskifti skal vera dygt og trygt

Føroyingar skulu venja seg við, at fjarskifti í framtíðin verður ein inngrógvin partur av trygdarpolitikki. Hetta merkir ítøkiliga, at undirstøðukervið á fjarskiftisøkinum í størri mun verður tengt at trygdar- og verjumálum.

Seinastu mánaðirnar hava bæði NATO og ES viðgjørt spurningin um fjarskifti og ikki minst nýggju 5G tøknina, sum fer at verða ein avgerandi táttur í talgilda heiminum í framtíðini. Í bæði NATO og ES er niðurstøðan greið: Spurningurin um undirstøðukervið á fjarskiftisøkinum er eisini ein spurningur um trygdar- og verjupolitikk.

Í hesum sambandi heldur løgmaður, at tað verður neyðugt at fara undir at greina spurningin nærri. Vit eiga at umhugsa at gera lóggávu, sum skal tryggja, at tær fyritøkur, sum fáa atgongd til okkara undirstøðukervi á fjarskiftisøkinum, eru veitarar, sum vit kunnu kenna okkum trygg við.

Tá ið fjarskifti í Føroyum er eitt yvirtikið málsøki, hava løgmaður og danski forsætisráðharrin verið í tøttum samskifti um nýggju tvørgangandi lóggávuna. Partarnir eru samdir um at arbeiða saman um at fyrireika nýggja lóggávu á økinum.

“Tað er avgerandi, at okkara undirstøðukervi er trygt. Vit ætla at gera okkara til, at nýggja lóggávan veitir okkum neyðuga tryggleikan. Eisini ætla vit at leggja upp fyri, at talan er um eitt yvirtikið øki, sum tó í einum stórpolitiskum høpi kann gerast ein trygdar- og verjupolitiskur spurningur, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Løgmansskrivstovan

Grillin hjá Símun - Maverick
Grillin hjá Símun – Maverick
Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.