Ognartøka av matr.nr.1191 á Stangarvegi, Samsonarsmiðjan rívast niður?

Vil tað so siga at søguligu bygningurin Samsonarsmiðjan skal rívast niður? Hon stendur á matr.nr. 1191, men sum tað sæst á tekningum, so sær tað ikki soleiðis út, men 111 fermetrar fyri einar trappur tykist mær sum ein hampuliga stór trappa og hvat skal trappan brúkast til um Samsonarsmiðjan skal rívast niður?

30.000,00 kr. fyri einar 111 fermetrar er bíðligt.
Stangarvegurin hevur sæð ræðuligur út øll 8 árini Jógvan Skorheim hevur verið borgmeistari, men sum sagt fyrr, nú nærkast val, so nú má alt gerast ella setast ígongd, sum hevur ligið á láni øll árini og helst gerast liðugt áðrenn valið í november. 30.000,00 kr. fyri einar 111 fermetrar er sera bíðligt sloppi fyri Jógvan Skorheim og hansara harkaliðið.

Stemmurnar telja nógv í hesum døgum og sjálvt um tit sum sita í Klaksvíkar Kommunu eru byrjaðir at ognartaka stykkir, so skal telvast rætt. Kanska eitt hugskot, nú tit hava sum grundgeving, at lendið skal brúkast til eina, av trygdarávum, sera neyðuga vegabreiðkan í økinum, so er at hyggja yvir um Vágna og hyggja eftir vegastrekkinum Lutzen húsini og Spaniastovu, tað vegastrekkið er munandi vandamiklari enn Stangarvegurin og mundandi smalri enn Stangarvegur og er tað bara eitt undir at einki ferðsluóhapp er hent á hasum strekkinum og tað eru eisini onnur sera vandamikil vegastrekkir í býnum og sera smøl.

Nú var eg ikki til Býrðasfundin, men væntandi bleiv tað samtykt, men kann nakar upplýsa mær, um man kann síggja stroymingina av Býráðsfundinum tann 30. apríl á netinum?

Lógargrundarlag:
Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013. Í nevndu lóg er í § 12 brot um ognartøku til kommunalar vegir o.a.

Fíggjarligar avleiðingar:
Mett verður, at ognartøkan og matrikkulloysnin fer at kosta einar 30 tkr. fyri lendi, og einar 150 tkr., fyri
garð og trappu, sum eisini er partur av vegaprojektinum.

Tilmæli:
Tekniska Fyrisiting hevur mett, at tað verður sera trupult at koma á mál við samráðingum. – Tí verður við hesum mælt til, at viðkomandi nevndir og býráð samtykkja at ognartaka uml. 111 fermetrar burtur av matr.nr. 1191 í Klaksvík, og skal lendið brúkast til eina, av trygdarávum, sera neyðuga vegabreiðkan í
økinum.
Víst verður eisini í hesum sambandi til semju, sum kommunan hevur gjørt við Borg og Kjølbro Heilsølu, um neyðuga vegabreiðkan, sum ætlast framd í næstum.

Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin 20. apríl 2020:
Ein meiriluti, KEZ, SVJ og ÓML, tekur undir við tilmælinum, dagfest 15-04-2020.
Ein minniluti, GvK og BJ, mælir til at gera enn eina roynd við at finna eina samráðingarloysn.

Tekniska Nevnd 22. apríl 2020:
Ein meiriluti, ÓML, BK og TJL, tekur undir við meirilutanum í UBN 20-04-2020, men biður umsitingina eisini kanna, um eldri viðtøkur liggja í málinum.
Ein minniluti, ASJ, tekur undir við minnilutanum í UBN 20-04-2020.

Fíggjarnevndin 28. apríl 2020:
Ein meiriluti, JS, SVJ og TJL, tekur undir við meirilutunum í UBN 20-04-2020 og TN 22-04-2020.
Ein minniluti, GvK og HJS, tekur undir við minnilutunum í UBN 20-04-2020 og TN 22-04-2020.

Klaksvíkar Býráð 30. apríl 2020:

Klaksvíkar Býráð
Dagfesting: 30.04.2020 kl. 17:30
Málnr.: 16/01208 Gerðabók

Nevndarlimir: Jógvan Skorheim, Signhild V. Johannesen, Gunvá við Keldu, Atli S.Justinussen, Beinir Johannesen, Steinbjørn O. Jacobsen, Kristian Eli
Zachariasen, Herfrí J. Sørensen, Óli M. Lassen, Tummas J. Lervig og
Beinta Klakstein
Varalimir:
Ikki møtt:
Onnur: Tummas T. Eliasen, kommunustjóri
Protokollførari: Jensa Anthoniussen, fulltrúi

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.