Øvundsjúkan hevur tikið yvirhond á Vaglinum

Samfelagið alt ovurfegnast í hesum døgum um, at risastórar samfelagsíløgur verða gjørdar í okkara innfrakervi og atkomuviðurskiftini frá sjónum, so at vit knýta landið alt betri saman og fáa eina góða trygga havn inni á Skálafjørðinum. Øll uttan javnaðarflokkurin í Tórshavnar býráði.

Øvundsjúkan hevur tikið yvirhond á Vaglinum, og í eini síðstu desperatari roynd at leggja fótonglar fyri útbyggingini av havnalagnum í Runavík, verða stórir meirkostnaðir og seinkingar lagdar á allar útbyggingar av samfelagnum.

Við í fallinum tekur javnaðarflokkurin í Havn samferðsluna til Sandoynna, og leggur vinnuni í oynni stórar meirútreiðslur og gerð umstøður munandi truplari, sum eru rímuliga truplar í forvegin.
http://folkaflokkurin.fo/hevur+javnadarflokkurin+i+havn…

Brandur Sandoy
Fólkaflokkurin