Øll pørini hava landa hesa vikuna til Kósina

Tað er ikki á hvørjum degi ella viku, at øll pørini koma inn at landa í somu viku, men tað hendi so hesa hesa vikuna.

Tey hava úr at gera á Kósini, nú páskini eru fyri framman. Umframt at øll pørini eru komin inn at landa hesa vikuna, so kom Núpur eisini aftur seinasta mánadag og teir høvdu 130.000 pund, tað mesta var hýsa.

Polarhav og Stjørnan landaðu 15. apríl og teir høvdu 500.000 pund av gullaksi. Teir byrjaði túr tann 11. apríl.

Smaragd og Safin landaðu eisini 15. apríl og teir høvdu 205.000 pund, tað mesta var upsi. Teir byrjaði túr tann 05. apríl.

Fuglberg og Skoraberg landaðu ígjár tann 16.04 og teir høvdu 420.000 pund av gullaksi.

Øll pørini landaðu til Kósina og eru øll pørini farin til fiskiskap aftur.

SáH

Mynd tikin 15. apríl 2019
Mynd tikin 15. januar 2019

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.