Øgiligar hvirlur í nátt, upp í 61 metrar um sekundi

Klokkan er 04:35 í morgun og her á Helnabrekku í Klaksvík hevur verið ein hørð nátt. Streymurin er mest sum allatíðina verið burtur og hvirlurnar hava verið øgiligar, heilt upp í 49 metrar um sekundið klokkan 02:15 í nátt.
Kolandi stormurin ella ódnin leikar á nakrar tímar enn og minkar tá ið vit nærkast klokkan 11:00.
Ansi tykkum, tá ið tit fara út í ferðsluna í morgun, tí hyggja vit eftir Windy, so kunnu hvirlurnar koma upp í 67kt klokkan 10:00 í morgun.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: