Nýtt valevnið til Framtakið – Rebekka Vestergaard

Rebekka Vestergaard stillaði upp til løgtingsval í 2011 fyri Javnaðarflokkin, og skrivar hettar um seg sjálva.
Eg eiti Rebekka Vestergaard, eigi 2 børn og eri pedagogur.
Eg havi búð og arbeitt í Íslandi, Skotlandi og Norra. Har havi eg arbeitt við fiski, og síðani havi eg lisið til pedagog í Danmark, og arbeiði nú í barnagarðinum á Tvøroyri.
Eg velji at stilla upp við Framtakinum, tí eg taki undir við rættinum til at velja medisinskt kannabis. Eisini stilli eg upp fyri at gera nakað við bústaðarpolitikkin í Føroyum, ið eg meini skal líkjast tí í Danmark. Serliga vil eg hjálpa uppá bústaðarstøðuna hjá einligum foreldrum og øðrum einligum og lágløntum.
Hetta má fáast í lag í Føroyum – ikki í morgin, men skuldi verið komið í lag fyri 100 árum síðani.
Rebekka Vestergaard
Please follow and like us:

2 thoughts on “Nýtt valevnið til Framtakið – Rebekka Vestergaard

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.