Nýtt sjónbandalag við Dan Olsen “ger tað, sum fær teg at smíla”

Nýtt sjónbandalag kom út í dag. Tað er Írin Conor McQuaid og Dan Olsen sum hava skrivað lagið.
Dan hevur hesa viðmerking: “Vit hugsaðu, at aftaná alt sum vit hava verið í gjøgnum seinastu tíðina, kundi verið gott at fáa ein jaligan boðskap út: “ger tað, sum fær teg at smíla”.
Sangurin kom út fríggjadagin. Sjónbandalagið kom út í dag og tað sæst her:
Fyri tað mesta upptikið í London.
Um Dan Olsen:
Argjamaðurin Dánjal Rói Olsen (Dan Olsen) er tónleikari í London, Bretlandi, og hevur hann júst útgivið hetta summarlagið. Meira um Dan Olsen, klikk link herundir:
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: