Nýtt, føroyskt whisky, sum tú kanst eiga í

Farna árið hevur føroyska whisky íverksetarafelagið, Faer Isles Distillery, havt royndarframleiðslu av whisky og ginni í iNova í Havn. Nú verður farið stigið víðari til vinnuliga framleiðslu, og í tí sambandi verður komandi tveir mánaðirnar høvi at gerast stovnandi limur í føroyska whisky distillarínum og á tann hátt at stuðla felagnum.

Afturfyri limagjaldið fáa limirnir ein gávupakka við ginni og nýdestilleraðum whisky – og aftaná búning í 3 ár á eikitunnum eisini eina fløsku av lidnum whisky. Harumframt fáa limirnir framíhjárætt at keypa partabrøv í Faer Isles Distillery til serprís, tá felagið seinni í ár fer at bjóða íleggjarum at keypa partabrøv gjøgnum hópfígging.

Umstøðurnar at búna whisky í Føroyum eru optimalar orsakað av váta, salta men støðuga veðurlagnum her. Ginnið frá Faer Isles er serstakt við tað, at tað brúkar føroyskar úrdráttir úr føroyskum tilfari so sum hvonn og baraldi – men ikki minst tara, sum er rættiliga óvanligt tilfar í ginni. Í samstarvi við Spf Tari hava royndir verið gjørdar við ymsum tarasløgum fyri at finna røttu uppskriftina. Tari verður tí eitt avgerandi eyðkenni hjá Faer Isles Distillery.

Limagjaldið verður brúkt sum partur av fíggingini til at keypa útgerðina til vinnuliga framleiðslu. Men farið verður eisini undir fyrireikingarnar til stóru verkætlanina at byggja eitt distillarí Norðuri á Brúnum í Kvívík. Avtala er gjørd við hagastýrið um at keypa jørðina, og arkitekttekningar eru gjørdar, sum vísa goymsluhøli, framleiðsluhøli og eitt móttøkuhøli fyri vitjandi á náttúruvakra staðnum.

Sí meira á www.faer.fo

Please follow and like us:

One thought on “Nýtt, føroyskt whisky, sum tú kanst eiga í

  1. Let me send comments for you.
    10,000 comments cost $1, 100,000 comments cost $5
    You can receive this comment, it means that I sent it successfully.
    If you want to buy, pay 1 or 5 dollars through PayPal, after that,
    Send the following information to my Email:
    Name, email, Url, content.
    I will send the send Log to you by email within three days
    My PayPal & Email: sdzfd@hotmail.com

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.