Nýtt farmaskip til Sandoynna⛴

Tað gongur væl í Sandoynni. So mikið væl, at samgongan hevur sett 10 mió. kr. av til farmaskip, ið skal røkja farmaflutningin millum Skopun og Gomlurætt.

Eitt einmælt løgting samtykti uppskotið✅

Á myndini Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Brandur Sandoy, løgtingsmaður🇫🇴👏

Fólkaflokkurin

Hetta skrivar Brandur Sandoy á sínum Facebook vanga:

So er heimildin til landsstýrismannin í Samferđslumálum samtykt, at keypa og rigga til ferju um Skopunarfjørđ, sum eftir ætlan skal sigla viđ tungari ferđslu.
Fegnist um at eitt samt Løgting tók undir viđ hesum, og at víkja frá øllum tíđarfreistum í hesum føri.

Hetta er harđliga tiltrongt, og er eitt av vallyftunum iđ vóru givin uppundir valiđ.
So hopa vit at landsstýrismađurin hevur hægsta bođ, og at skjótt verđur atboriđ 😊

Brandur Sandoy

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.