NÝTT BÚSTAÐARTILBOÐ Í KLAKSVÍK


Nýggjur bústaðardepilin til borgarar við seinheilaskaða letur eftir ætlan upp í januar 2023. Depilin hevur fingið navnið Skálagarður. Talan er um 15 íbúðir, har borgarar koma at fáa fastan bústað, búgva í eitt longri tíðarskeið ella koma til umlætting eitt styttri tíðarskeið.

Seinnapartin í dag var lítil samkoma í samband við at Almannaverkið og samtakið Christian í Grótinum fara undir at innrætta NEMA bygningin á Stangavegnum til íbúðir. Hesar vera ymiskar í stødd, umframt at atgongd eisini verður til felags køk og stovur.

Edvard Heen, stjóri, bjóðaði vælkomin og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna
í Almannamálum, Jan Petersen, stjóri í Chr. í Grótinum, Karl H. Johansen, borgarstjóri, og Asta Marjunardóttir, depilsstjóri í Almannaverkinum hildu røður. Eisini var ábit og hugnaligir tónar frá Steintóri Rasmussen og Astu Højgaard.

Vit endurgeva her røðuna, sum borgarstjórin helt:

Góðu tit øll

Seinnu árini hevur Klaksvíkar kommuna veruliga lagt seg eftir at samstarva væl við stovnar hjá landinum, soleiðis at klaksvíkin kann mennast til ein fjølbroyttan bý við nógvum ymiskum tilboðum og arbeiðsplássum. Her eigur Almannaverkið ein sera virkan leiklut, sum ein framúr samstarvspartur.

Seinasta dømi um samstarv er bú- og viðgerðarstovnurin á Justabrekku, sum fyri bert einari viku síðan varð latin almannaverkinum.

Onnur dømi, har Klaksvíkar kommuna hevur havt ein virkan leiklut í at fáa tilboð og størv til Klaksvíkar, eru: Gloym meg ei, Umsorganarheimið Gloria og Sambýlið Mylnutún.

Hetta eru samstørv, sum lýsa væl, hvussu Almannaverkið og Klaksvíkar kommuna í felag hava funnið loysnir og skapt góðar karmar til borgarar við ymiskum tørvi.

Tí eri eg ógvuliga fegin um, at vinnulívið í býnum somuleiðis stuðlar undir slík samstørv. Í hesum sambandi umboða av samtakinum Chr. Í Grótinum.

Sum borgarstjóri ynski eg veruliga, at allir bólkar trívast og fáa nøktandi tilboð, tí tað er ein fortreyt fyri trivnaði. Sama anda merkið eg frá tykkum í Almannaverkinum, sum hava verið við í hesi tilgongdini.

Nýggi depilin, sum eftir ætlan letur upp í januar 2023, kemur at veita eitt heildartilboð til borgarar við seinheilaskaða.

At kunna veita borgarum ein fastan bústað í longri ella styttri tíðarskeið, tá hendan álvarsliga støðan er íkomin, er fyrst og fremst eitt týðandi fet móti einum fjølbroyttum bústaðarmarknaði.

Harnæst eitt tilboð, sum fer at gagna borgarunum á tann hátt, at onnur tilboð og tænastur í býnum eisini kunnu gerast áhugaverd fyri borgararnar, sum flyta inn í íbúðirnar. Tí onki er meira natúrligt enn at kunna hava ein virkan gerandisdag, hóast avmarkingar.

***

Eg haldi ikki eg sigi ov nógv, um eg sigi, at Klaksvíkar sjúkrahús hevur gingið á odda, tá ið tað kemur til endurvenjing.

Eg havi hoyrt nógvar sólskinssøgur frá borgarum, sum hava verið til endurvenjing á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og tí er tað eisini at gleðast um, at hesin depilin verður lagdur í Klaksvík.

Tað fer uttan iva at gera tað meira smidligt fyri borgararnar, at góða endurvenjingartænastan frá Klaksvíkar sjúkrahúsi er í nærumhvørvinum.

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi hava vit dygdina, umstøðurnar og ágrýtin starvsfólk, sum eg veit kunnu lyfta hesa uppgávuna til UG.

Tí er onki at ivast í, at hetta eisini kann birta fyri, at Klaksvíkar sjúkrahús verður ein miðdepil fyri endurvenjing, nú ein slíkur stovnur letur upp í býnum.

***

Eg eri errin av almannaverkinum, okkara vinnulívið og okkara kommunu, sum eg haldi við hesum samstørvum vísa eina opna, framfýsna og djarva tilgongd, sum eg meti eru til gagns fyri bæði býin, borgarar, brúkarar og starvsfólk.

Sum borgarstjóri fari eg inn í samstarvið við einum jaligum hugburði, og kann eg vegna Klaksvíkar kommunu siga, at vit síggja fram til eina spennandi tilgongd, har vit gleða okkum at samstarva og samskifta um ynskir og møguleikar, sum gagna øllum pørtum í samstarvinum.

Til seinast vil eg takka fyri samstarvið, sum hevur verið, og ynskja almannaverkinum og samtakinum Chr. Í Grótinum hjartaliga til lukku við avtaluni og blíðan byr, nú farið verður undir at umvæla bygningin á Stangavegi.

Takk fyri.

Fleiri myndir, klikk her “Nýtt bústartilboð í Klaksvík”

Klaksvíkar Kommuna

Please follow and like us: