Nýggjur útróðrarbátur til Hvannasund, navnið er Anru

Janus Rein og Gundur Sørensen eru farnir í samstarv við einum nýggja útróðrarbát til Hvannasund, sum nú ávegis norður til Hvannasund, hetta skrivar Janus Rein á sínum Facebook vanga:

Spennandi tíðir fyri framman. Gundur Sørensen og eg eru nú ávegis norður til Hvannasund við M/B ANRU, sum er nýggja heimstaðið hjá bátinum hjá okkum.

Gundur og eg eru bestu vinnmenn frá barnsbeini í gjøgnum ommurnar hjá okkum. Báturin hevur fingið navnið ANRU, sum er eftir ommu míni í Klaksvík, sum æt Anna Nielsen, og ommu Gundur í Hvannasundi, sum æt Ruth Sørensen.
ANRU er eitt minni skip, sum er 14 metur long og 4,5 metrar breið.

Gundur fer at reka ANRU burturav og kanska sleppi eg við onkran útróðrartúrðin.

Anru ferð at royna við línu og ferð Gundur Sørensen at reka bátin fulla tíð út frá Hvannasundi.

Anru er keyptir við allari útgerð. M.a. er báturin eisini riggaður til við monofilament línu (trumlan verður sett umborð eftir tørvi).

Báturin ferð beint í drift. Hugsanin er at tríggir mans vera við hvørja fer. Báturin er so mikið stórur, at hann kann hava eini 50-70 stampar við hvørja ferð.

News.fo og Norðoya Portalurin ynskir Anru góðan byr og ynskja Janus Rein og Gundur Sørensen hjartaliga tillukku við bátinum.

SáH

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.