Ferðavinna Tíðindaskriv Tíðindi

Nýggjur stjóri á Norðoya Kunningarstovu – Visit Norðoy.

Jórun Høgnesen er sett sum nýggjur stjóri á Norðoya kunningarstovu (Visit Norðoy) eftir Jórun Gardar, sum seinastu tíðina hevur røkt starvið.

Jórun Høgnesen er 36 ára gomul, hevur nomið sær kreativa útbúgving í Bretlandi og hevur fjøltáttaðar royndir úr vinnulívinum – millum annað hjá American Express. Seinastu tíðina hevur nýggi stjórin eisini verið Visit Norðoy, og hevur tí innlit í komandi uppgávuna.

Jórun skal í samstarvi við nevndina tryggja, at kósin, sum er sett fyri tíð síðan, verður førd á mál, soleiðis at Norðoya kunningarstova verður sterk og sjónlig í lokalumhvørvinum. Samstundis skulu ferðandi framhaldandi meta kunningarstovuna sum fremsta staðið fyri vitan um Norðoyggjar.

Jórun Høgnesen tekur við starvinum 1. oktober 2019.

Norðoya Kunningarstova er sjálvsognarstovnur, har bæði vinnulív og allar kommunur í Norðoyggjum eru aktivir viðleikarar.

(á myndini síggjast frá vinstru Jórun Høgnesen, komandi stjóri, Símun Gullaksen, nevndarformaður fyri kunningarstovuna, og Jórun Gardar, fráfarandi stjóri)

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.