Arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava í kvøld gjørt semju um nýggjan sáttmála, sum m.a. merkir, at arbeiðsfólk fáa meiri løn, hægri viðbót fyri starvsaldur, ásetingar um órímiliga uppsøgn og sættu frívikuna. Vit fegnast um eina veruliga lønarhækking, og at feløgini hava betra sáttmálan á fleiri økjum, siga forfólkini í arbeiðarafeløgunum.
Í kvøld gjørdu arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið tvey ára semju um nýggjan sáttmála, sum fær gildi frá 1. mai. Grundlønin hækkar 6,55 kr. samanlangt fyri 2 ár. Í miðal hava arbeiðsfólk fingið eina lønarhækkan á 8,25 kr. Grundlønin verður frá 1. mei 128,94 kr og 132,24 kr frá 1. mei 2019.
Viðbøturnar fyri starvsaldur hækka eisini. Fyri 3 ára starvsaldur er hækkingin 1,25% upp í 2,5%, 5 ára starvsaldur hækkar til 3,5% , 7 ára starvaldur hækkar til 4%, 9 ára starvsaldurin hækkar til 5% og 11 ára starvsaldurin hækkar til 6,25%.
Vit eru ógvuliga fegin um at viðbøturnar fyri starvsaldurin hækka. Á henda hátt fáa vit styrkt tey, sum hava arbeitt leingi innan sítt øki. Hetta er ein lønarhækking, sum viðurkennir royndirnar og førleikarnar hjá fólki, og tað meta vit vera rætt. Eisini er týdningarmikið fyri okkum, at vit fáa eina skipan við starvsaldri, sum minnir um aðrar sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum, vísa Arbeiðarafeløgini á.
Fyri eitt arbeiðsfólk, sum hevur hægsta starvsaldur, merkir semjan eina lønarhækkan á 18.400 kr um árið í 2019 í mun til verandi sáttmála, og tað er ikki heilt galið, siga forfólkini í arbeiðarafeløgunu.
Órímilig uppsøgn
Vit eru ótrúliga fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa ásetingar um órímiliga uppsøgn við í sáttmálan. Eisini hevði tað týdning fyri okkum at hækka viðbótina fyri skiftivaktina, sigur Georg F. Hansen, sum er formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Feløgini hava í semjuni fingið ymsar ábøtur í sáttmálan. Eitt nú hava feløgini fingið rætt til sættu frívikuna, greiðari ásetingar um matarsteðgir, ásetingar um týdningin av upplæring, eftirútbúgving og skeið – og hvussu hetta verður samsýnt. Umframt hetta inniheldur semjan ymiskar aðrar ásetingar um eldrapolitikk.
Bussførarar og hotellsáttmálin
Umframt vanliga sáttmálan er eisini gjørd semja um bussførarasáttmálan og hotellsáttmálan. Í nýggja hotellsáttmálanum er tað serliga eftirlønin sum hækkar samsvarandi nýggju pensjónsskipanini, áseting er um tilkallivakt og um matarsteðg.
Arbeiðarafeløgini umboða uml. 6.500 løntakarar um alt landið.
Kelda: www.haf.fo
I am in fact thankful to the owner of this web page who has shared this
fantastic post at here. 0mniartist asmr
You need to be a part of a contest for one of
the best sites on the net. I am going to recommend this site!
0mniartist asmr
I don’t even know how I stopped up right here, however I believed this put
up was great. I don’t realize who you might be but certainly you’re going to a famous blogger in the event you are not already.
Cheers! 0mniartist asmr
My family members always say that I am killing my time here at
web, however I know I am getting familiarity all
the time by reading such fastidious posts. asmr 0mniartist
I’m really enjoying the theme/design of your web site. Do you ever run into any
web browser compatibility issues? A couple of my blog audience have complained about my site not operating correctly in Explorer but looks
great in Chrome. Do you have any advice to help fix this issue?
asmr 0mniartist