Nýggjur leiðari í Blákolluni

Susan Hansen er sett í starv sum leiðari í Blákollini frá 1. januar 2019, og yvirtekur harvið námsfrøðiliga og starvsfólkaliga leiðsluna á stovninum. Susan hevur royndir sum námsfrøðingur, og er eitt kent andlit í Blákolluni, har hon eisini starvast og hevur verið í hálvt annað ár.

Blákollan er ein av sjey dagstovnum hjá Klaksvíkar kommunu. Stovnurin búleikast í trimum hæddum og er skipaður við einari stovueind í hvørjari hædd. Pláss er fyri í mesta lagi 48 børnum í aldrinum 0-5 ár.

Vit ynskja Susan hjartaliga til lukku við starvinum.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: