Nýggjur Húsarhaldsskúli

Stór frøði nú sáttmálin er undirskivaður

Í dag hava Kjartan Hansen, stjóri í byggifelagnum Kanjon í Klaksvík, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúla Føroya, skrivað undir arbeiðstakarsáttmála um bygging av nýggjum Húsarhaldsskúla í Klaksvík.

Frøðin var stór á Húsarhaldsskúlanum í dag, nú sáttmálin bleiv undirskrivaður.

Langar bíðirøðir
Í nógv ár hava bíðirøðirnar verið langar at sleppa inn á skúlan. Nýggi skúlin fer at stytta um bíðirøðirnar, tí her er pláss fyri nógv fleiri næmingum enn á verandi skúla.
Og ongantíð áður hevur tørvurin, at seta fokus á mat, verið størri, enn hann er júst nú. Vit hoyra um matoyðsl, burðardyggan mat, stuttflutt, matmentan, hækkandi matvøruprísir, ovurfita, o.l. Á Húsarhaldsskúlanum lofta vit øllum hesum spurningunum og læra næmingarnar alt um mat. At gagnnýta mat, at gera mat og at vera tilvita um, hvat matur ger við okkum.
Handarbeiðslæran er eisini sera fjølbroytt og sýnir skúlin stórstu virðing fyri føroyskum handarbeiði. Tilvitskan um at kunna skapa sítt egnað og at gera tað “unikka”, er sunn og mennandi fyri einstaka næmingin.

Vit fáa nú bestu karmar at hugsa grønt, burðardygt, kreativt og heilsugott.

“Vit síggja fram til at geva okkara íkast til eitt livandi og mennandi miðbýarumhvørvi í Klaksvík við næmingum úr øllum Føroyum”, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúla Føroya.

FAKTA
Luttakandi partar:
Klaksvíkar kommuna
Uttanríkis- og Mentamálaráðið
Almannamálaráðið
Bústaðir
FuglArk

Húsarhaldsskúli Føroya

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: