Nýggjur faldari: Tilboð um endurvenjing og venjing í Føroyum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, tók stig til at fara undir arbeiðið at endurskoða faldaran við tilboðum um endurvenjing og venjing innan Sjúkrahúsverkið, Almannaverkið og kommunur. Nýggi faldarin er liðugur og klárur at taka í nýtslu.

Eg vil takka arbeiðsbólkinum, sum er mannaður við umboðum úr heilsuøkinum, almannaøkinum og frá kommununum, fyri tykkara íkast til hetta arbeiðið. Eg eri sera fegin um, at vit hava gjørt hetta í felag, og tað er mín vón, at hesin faldari kann vera við til at tryggja, at borgarar fáa sama tilboð um endurvenjing, uttan mun til hvar í landinum teir búgva.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður

Ein góð og smidlig yvirgongd millum almennu geirarnar, í hesum føri millum Sjúkrahúsverkið, Almannaverkið og kommunurnar, kann vera við til at fyribyrgja, at ein borgari missir endurvunnar førleikar.

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, fegnast um at hava fingið eitt endurskoða yvirlit yvir øll tilboð um endurvenjing og venjing.

Tá ið borgarar fáa endurvenjing og hava tørv á at flyta millum endurvenjingartilboð í almennu geirunum, er sera týdningarmikið, at endurvenjingin kann halda fram óbrotin í skiftinum millum geirarnar.
Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður

Fyri at tryggja, at tey, ið hava tørv á endurvenjing og avvarðandi heilsustarvsfólk teirra, eru nóg væl kunnaði um, hvørji tilboð eru kring landið, varð ein faldari gjørdur í 2017, við kunning um tilboð um endurvenjing innan Sjúkrahúsverkið, Almannaverkið og kommunur. Hesin faldarin er nú endurskoðaður og dagførdur.

Í faldaranum er kunning um, hvørji endurvenjingar- og venjingartilboð eru hjá ávíkavíst Sjúkrahúsverkinum, Almannaverkinum og hjá kommunum. Kunnað verður um, hvørji tilboð sjúklingurin hevur rætt til í sambandi við innlegging í Sjúkrahúsverkinum, og hvørji tilboð sjúklingurin kann ávísast til ambulant í Sjúkrahúsverkinum. Kunnað verður eisini um, hvørji tilboð viðvíkjandi bæði endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing eru at fáa í Almannaverkinum, og hvørji tilboð til bæði endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og heilsufremjandi venjing eru hjá kommununum.

Heðin Mortensen Formaður í Kommunufelagnum fegnast eisini um at faldarin nú er dagførdur.

Tey 7 eldrasamstørvini og Heilsu- og umsorgarnartænastan í Tórshavnar kommunu veita endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og heilsufremjandi venjing til okkara eldru borgarar. Kunning um hesar tænastur eru sum oftast á heimasíðunum hjá eldraøkinum, men tað er eisini gott, at ein faldari í pappírs formi er til taks. Hesin gevur bæði borgara og starvsfólki eina greiða fatan av hvussu endurvenjingarøkið er skipað í Føroyum og hvussu ábyrgdarbýti er millum um ymsu geirarnar.
Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum

Faldarin verður til taks í kommunulæknaviðtalum kring landið og á øðrum stovnum og viðtalum, har mett verður, at tørvur er á at kunna um tilboð um endurvenjing og venjing. Faldarin er eisini tøkur á netinum, millum annað her.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: