NÝGGJUR BÝARBUSSUR TIKIN Í NÝTSLU

Klaksvíkar býráð samtykti fyrr í ár at leingja sáttmálan við Sp/f Askham bussar um býarkoyringina.

Borgarar í Klaksvíkar kommunu hava síðani 2014 havt møguleika at nýta býarbussin, sum í dag eisini koyrir til Norðoyrar, Ánirnar og Árnafjarðar.

Byrjað varð við einum bussi, men í dag eru tríggir býarbussar. Tann nýggjasti býarbussurin fór fyri fyrstu ferð í koyring mánadagin 31. august. Hann er ógvuliga væl útgjørdur og er munandi meira umhvørvisvinarligur, tí hann hevur 20% minni útlát í mun til hinar býarbussarnar.

Hans Jon Askham, sum eigur og rekur býarbussarnar sigur, at hetta er eitt fet á leiðini, og at vónandi kunnu fleiri býarbussar verða skiftir út við tíðini.

Óli Lassen, formaður í teknisku nevnd, sigur, at borgarar eru sera væl nøgdir við býarbussin, og tí er tað at fegnast um, at býarkoyringin er løgd í eina trygga legu.

– Klaksvíkar kommuna hevur prýtt bussarnar til endamálið, og eisini framleitt kunnandi tilfar, sum upplýsir ferðaætlanina hjá býarbussinum. Í fjør gjørdu vit eisini samstarv um Sona, soleiðis at øll kunnu fylgja býarbussinum á talgildu tænastuni, sum ger tað enn lættari hjá ferðandi at kunna seg um ferðaætlanina í býnum, sigur Óli Lassen.

Nýggi býarbussurin byrjaði at koyra mánadagin 31. august.

Kelda: Klaksvíkar Kommuna

SáH

Grillin hjá Símun - Maverick
Grillin hjá Símun – Maverick. Kylling & Chips 79,00 kr.
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: