Nýggju stovurnar í Fjallafípuni eita Bringureyði og Fjallamurran

Mánadagin var almenn móttøka, tá nýggi bygningurin, sum er partur av Fjallafípuni, varð tikin í nýtslu. Børnini, sum høvdu sín fyrsta dag í útibarnagarðinum hendan dagin, vóru øgiliga spent, tá tey hoyrdu, at Bubu eisini kom at vitja.

Nógv var gjørt burturúr, tá 20 nýggj børn fluttu úr Gerðastovu og Barnhúsinum Margit og út í Fjallafípuna. Umframt at klovnurin Bubu kom at vitja, var nógv lekkurt til børnini, røður vórðu hildnar, og Teresa Ziska Dahl sang nakrar sangir.

Í mars mánaði varð grivið út, og sjey mánaðir seinni stendur bygningurin klárur at taka í nýtslu. Pláss verður nú fyri 20 børnum afturat, umframt at ein kjallarahædd er gjørd til goymslurúm o.a. Fjallafípan hevur í hesi tilgongdini lagt stóran dent á, at børnini skulu trívast á nýggja stovninum. Tí hava tey verið og vitjað stovnin fleiri ferðir, umframt at børnini sjálvi hava verið við til at velja nøvnini á stovunum. Valið fall á Bringureyða og Fjallamurruna, sum eisini eru fuglar, ið viðhvørt eru at síggja Úti í Grøv. Hinar stovunar í Fjallafípuni bera frammanundan nøvn á smáfugli, nevnliga Steinstólpan, Mýrisnípan, Reyðstapin og Músabróðir.

Útbyggingin av Fjallafípuni er liður í at víðka útibarnagarðin, soleiðis at øll børn í Klaksvíkar kommunu framyvir fáa møguleikan at ganga eitt ár í útibarnagarði og harvið fáa knýtt sambond við allar javnaldrar í býnum, áðrenn tey fara í 1. flokk.

Til mótøkuna seinnapartin segði borgarstjórin, Jógvan Skorheim, millum annað, at hann er sannførdur um, at hendan umskipan leggur lunnar undir, at øll seks ára gomul í býnum fáa møguleika at knýta vinabond tvørtur um býarmørk.

Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini børn & ung, gleðist eisini um, at Fjallafípan nú er liðug útbygd, og at børnini í dag kundu byrja sín gerandisdag í frálíka umhvørvinum Úti í Grøv.

– Eg eri errin av arbeiðinum, sum avgjørt er í tráð við tað, sum kommunan ynskir, at skapa góðar karmar og umstøður fyri okkara børn, og at dagstovnaøkið verður raðfest høgt, sigur Beinta. Hon leggur afturat, at hon ikki er í iva um, at her koma børn og vaksin at trívast.

Nýggi bygningurin gevur Fjallafípuni pláss fyri 82 børnum í aldrinum 5 til 7 ár.

Kelda: klaksvík.fo

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.