Politikkur Tíðindi

Nýggjársrøða løgmans gamlaárskvøld 2019

Gott kvøld, góðu føroyingar.

Hvat er ein gerandishetja í Føroyum?

Hendan spurningin fingu fimmhundrað føroyingar frá Fólkaheilsuráðnum herfyri.

Eg var bæði ovfarin og glaður um svarið.

Gerandishetjur eru vanlig fólk, sum gera mun í okkara gerandisdegi.

Tað eru mamma og pápi okkara. Omma og abbi.

Tað er lærarin, sum varnast og hjálpir barninum sum stríðist. Fótbóltsvenjarin, sum er meira enn bara ein venjari. Eldsálin, sum sjálvboðin rættir hondina út og er har fyri onnur.

Tað er vinurin, sum uggar og eggjar. Starvsfelagin, sum altíð gevur sær stundir at venda einum hugskoti. Tað eru fólkini, sum skipa fyri og birta lív í felagsskapin.

Gerandishetjur í Føroyum eru vanlig og ósjálvsøkin fólk, sum vísa álit og treytaleyst fegnast um viðgongdina hjá øðrum.

***

Tað er jú soleiðis, at Føroyar eru bygdar. Við einari sterkari felagskenslu.

Hetta er sjálv rótin í okkara samfelag.

Vit fortelja sum oftast bara søguna um sterka einstaklingin. Og teimum hava vit sanniliga brúk fyri.

Men allir okkara úrmælingar spretta úr einum heimligum jørðildi, har vanlig fólk hava tikið lógvatak saman við teimum.

Hesi fólkini fáa sjáldan nakra virðisløn – men vit kunnu ikki vera tey fyri uttan.

Tað eru hesi fólkini, sum eg og nógv við mær hava so stóra virðing fyri.

***

Í kvøld situr Filip Jojic í Vestmanna og gleðir seg.

Skjótt kann hann umboða Føroyar á føroyska hondbóltslandsliðnum.

Ein kaldan heystardag í 2011 flutti hann til Føroya úr Bosnia-Hersegovina at spæla hondbólt.

Filip dugdi av góðum grundum ikki føroyskt, og hann visti lítið og einki um siðir og skikkir í okkara samfelag.

Men saman við øðrum tók hann ábyrgd.

Hann var opin og forvitin og fekk skjótt ein skara av fólki rundan um seg, sum gav honum góðar karmar at virka í.

Nú átta ár seinni hevur hann fingið konu og børn og hevur góðan gerandisdag í Vestmanna.

Trygdarskeið er fingið til høldar.

Í summar hevði hann bestu próvtølini, tá ið hann fekk prógv sum skipsatstøðingur á Vinnuháskúlanum.

Og endaligu próvtøkurnar avgreiddi hann sannførandi á flótandi føroyskum.

Einki av hesum hevði borið til, um fólk bara yptu øksl. Um fólk bara vóru líkasæl.

Hetta bar til, tí hann fekk stuðul og íblástur frá fólki í gerandisdegnum – samstundis sum hann sjálvur kýtti seg fyri at finna seg til rættis.

***

Góðu tit øll.

Á midnátt siga vit einum serstøkum tíggjuáraskeiði farvæl.

Vit flyta okkum úr 10unum og inn í 20ini.

Eg verði bæði errin og vónríkur, tá ið eg hugsi um tað, sum fólkið í Føroyum hevur avrikað hesi árini.

Her vóru døpur útlit fyri 10 árum síðan.

Fyritøkur fóru á húsagang, arbeiðsloysið vaks, og fólkatalið minkaði.

Hetta var søgan um okkara land í bæði føroyskum og útlendskum miðlum.

Men mótgongd fær okkum ikki at falla í fátt.

Nú – gamlaárskvøld og á gáttini til eitt nýtt áratíggju – kunnu vit staðfesta, at vit hava ment eitt livandi samfelag við ríkum møguleikum.

Góðu gongdini eiga vit øll lut í.

***

Okkara útlendsku gestir spyrja undrandi, hvussu tað ber til, at okkara fyritøkur og einstaklingar flyta seg so langt út í heim.

Svarið er ikki einfalt. Eg veit væl, at tað eru óteljandi viðurskifti, sum forma okkum sum menniskju.

Men alt hevur eina byrjan, har grundstøðið verður lagt.

Tað er ein føroyskur kjarni, sum verður lagdur í okkara sterku felagsskapum.

Heini Zachariassen hevur sum íverkseti verið við til at broyta vínídnaðin. Hann vaks upp í Hoyvík, og reikar nú millum fremstu vinnulívsfólk í USA.

Gurið Højgaard hevur fingið stóra altjóða viðurkenning, tí hon sum stjóri flytur Føroyar fram. Hon sleit sínar barnaskógvar í Rituvík og er nú ein fyrimynd fyri evropeisk vinnulívsfólk.

Sverri Sandberg Nielsen hevur róð seg til OL í Tokyo næsta ár. Hann legði lunnarnar í róðrarneystinum í Miðvági og er nú millum heimsins bestu.

Hetta er bara ein áminning um, at tað gevur gott í beinið at vaksa upp í Føroyum.

At fólkini í okkara egna persónliga nærumhvørvi og okkara lokalu felagsskapir eiga ein virðismiklan part av tí, sum vit útinna.

Øll tey góðu avrikini byrja við, at ósjálvsøkin fólk rætta hondina út og geva eitt íkast.

Ikki fyri egnan vinning – men fyri okkum øll.

***

Góðu føroyingar.

Í summar vóru vit bæði á fólkatingsvali og løgtingsvali.

Tá kom aftur greitt til sjóndar, at vit vilja øll okkara samfelag tað besta – men eisini, at vit ikki altíð eru samd um, hvussu Føroyar verða eitt betri samfelag.

Tíbetur, freistist eg at siga.

Vit eru fólk við ymiskum royndum og virðum. Tað birtir sjálvsagt undir áhaldandi orðaskifti um hugsjónir í einum landi.

Men ósemjur skulu brúkast sum amboð til at fáa eitt enn betri og meira livandi samfelag.

Fólkaræði merkir, at vit lurta. Og at vit sjálv fáa loyvi at tosa og greiða frá okkara egnu støðu.

Tað er soleiðis, at megin í ósemjuni minkar. Tað er soleiðis, at vit skapa eina felagskenslu.

Í øllum avgerðum eiga fleiri atlit at verða tikin.

Alivinnan er avgerandi fyri okkara búskap – men hon dálkar eisini.

Shippingvinnan skapar eina rúgvu av arbeiðsplássum – men hon larmar eisini.

Ferðavinnan styrkir okkara sjálvsfatan – men hon slítur eisini.

Tað er okkara uppgáva at finna eina hóskandi loysn fyri øll.

Eg fegnist um, at so nógv geva sítt íkast og brúka okkara fólkaræðisligu pallar at gera vart við seg.

Einki fólkaræði tolir líkasælu.

***

Góðu føroyingar.

Heimssøgan er á tremur við dømum um, at ótamdar ósemjur kunnu í ringasta føri enda við, at vit seta múrar upp millum okkum – millum teg og meg.

Bæði veruligar og ósjónligar múrar.

9. november í ár vóru 30 ár liðin, síðan søguligu gleðirópini í kvøldarmyrkinum í Berlin.

Hvínini frá vinkulslíparunum og dundrið frá sleggjunum, sum brutu burtur av gráa betongvegginum, bóru boð um ein stóran fólksligan sigur.

Hendan løtan, tá ið Berlinmúrurin fall, situr rimmarføst í minninum.

Tí hvat merkir tað í veruleikanum at bróta ein múr, sum hevur skilt fólk sundur?

Tað er at lata upp og møta tí, sum er hinumegin.

Tað er at hava dirvi at vita, hvat kann spyrjast burturúr.

At byggja ein múr er tað øvugta.

Tað er at byrgja seg frá øðrum.

Tað er at forða útsýninum og í staðin dyrka sítt egna.

Ampi og ótti – ella bara líkasæla – kunnu gera, at ósjónligir múrar verða settir upp fyri tí ókenda.

Men eingin hóttan ella vandi hvørvur við at reisa múrar. Hinvegin verður birt undir ósemjur, fordómar og illgitingar.

Misskiljið meg ikki.

Tað er avbjóðandi at bróta múrar niður, tí alt kann ikki flyta seg frítt og ótarnað tvørtur um mørk.

Men opnu mørkini eru eitt nógv betri byrjanarstøði fyri sameining millum fólk og lond.

Eg eri sannførdur um, at øktur heimshandil og samstarv millum allar heimsins tjóðir er neyðugt fyri menning og friði millum lond.

Føroyar skulu sum inngrógvin partur av demokratiska vesturheiminum virka fyri felagsskapi og bróta niður múrar millum lond og fólk.

Eisini nú broytingartíðir eru úti í heimi.

Hesar dagarnar undan ársskiftinum hava vit sæð fleiri útlendskt sjónvarpsbrot úr árinum sum fer.

Myndir av lívligu orðaskiftunum í bretska undirhúsinum um Brexit.

Myndir av ungum aktivistum, sum stríðast fyri umhvørvinum og ikki kenna seg hoyrd.

Myndir av ríkisleiðarum, sum háða og speireka.

Vit mugu minnast, at tann harði samanbresturin kemur, tá ið múrar verða settir upp.

Eg vóni, at heimsins leiðarar fara at byggja fleiri brýr enn múrar komandi áratíggju.

***

Góðu tit.

Føroyar eru eitt av heimsins bestu samfeløgum, og fortreytirnar at fara inn í eitt nýtt áratíggju eru søguliga góðar.

Vit hava ongantíð verið so nógv fólk sum nú, og vit hava ongantíð verið so rík sum nú.

Men tað merkir ikki, at alt er gott.

Tað er svárt at skula viðurkenna, at millum okkum eru fólk, sum hava tað trupult.

Eg havi ilt av teimum mongu ungu, sum hava ilt í sálini.

Tíðarinnar krøv um avrik, samleika og útsjónd kunnu vera so tung at bera, at nøkur orka ikki dagin.

Trongdin at skilja seg burtur úr fjøldini vindur upp á seg, tí á fartelefonini, teldlinum og aðrastaðni kenna okkara ungu seg einans máld og viðurkend fyri tað serstaka avrikið.

Tað ger, at fleiri skapa sær grunnskygdar sniðgøtur til persónligar løtuvinningar, rós og viðurkenning.

Men tað er ein stokkutur vinningur. Tað er ikki leiðin at ganga.

Tað eru altíð seigu tøkini í felagsskapi við onnur, sum loysa seg í longdini.

Vit mugu ansa eftir, at tráanin eftir eydnuni ikki gerst okkara óeydna.

At tráanin eftir 12-talinum ikki syndrar umsorganina fyri felagsskapinum.

***

Tólv mánaðir kunnu ganga skjótt hjá teimum, sum hava tað gott.

Men hjá summum hevur hetta verið eitt tungt ár.

Mínir tankar eru hjá tykkum, sum hava mist ein kæran.

Hjá tykkum, har ring sjúka vitjar.

Tykkum, sum kenna tykkum einsamøll og svikin.

Sum hava mist vónina og hava trupult at finna fótafestið.

Mugu tit finna styrk og stuðul í tyngstu løtunum.

Eg vóni, at nýggja árið og nýggja tíggjuáraskeiðið verður ein nýggj byrjan, har vónin birtist aftur.

***

Góðu tit.

Gerandishetjur eru vanligir føroyingar, sum rætta hondina út.

Latið hetta vera okkara íblástur.

Tað er ofta lætt at vera um sínar vinir, sína familju og tey, sum annars líkjast okkum.

Men í okkara nærumhvørvi eru eisini fólk, sum vit kanska ikki varnast.

Tað kann vera grannin, sum vit ikki hava tosað við fyrr.

Drongurin og gentan, sum verða happað í skúlanum.

Starvsfelagin, sum er eitt sindur øðrvisi enn hini.

Ella tilflytarin, ið hevur trupult við at koma til sættis við nýggju umstøðurnar.

Latið okkum eisini síggja tey, sum eingin sær og fáa tey inn í okkara felagsskapir.

Tað er sunt at geva eitt sindur av sær sjálvum. Tað er sunt at hava vinir og kenningar, sum víkja frá stóru fjøldini.

Tað er hetta dirvið, sum ger okkum til gerandishetjur.

Tað er soleiðis, at felagsskapurin verður fjølbroyttur og styrktur. Felagsskapurin, sum er grundarlagið undir okkara samfelag.

Eg eri sannførdur um, at vit við hesum virðum fara at gera søguna um komandi tíggjuáraskeið enn betri enn tað undanfarna.

Tað er drívmegin hjá mær í hesum embætinum.

Eg fari at gera mítt allarbesta fyri at liva upp til álitið.

Gott nýggjár. Gud signi Føroyar.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *