Hóast kavin liggur tjúkkur nú yvir bø og ong… so hava vit sett eina 5000m rennikapping at verða á Guttabreyt nýggjársaftan 31.12.2022 kl. 13.00.

Hetta er fyrsta kapping á nýggju breytini.

Um veðrið loyvir tí er hetta eitt gylt høvi at testa formin, áðrenn farið verður inn í eitt nýtt ár við nýggjum málum.

Tilmeldingin, sum er ókeypis, fer fram á Roster við at trýsta á her, ella við at senda mail til gregersenheini@gmail.com og upplýsa navn, føðidato og felag.

Eftir renningina verður bjóðað kakao og bollar.

Vælkomin til hesa søguligu kapping á sera snotuligu breytini.

Fyrivarni verður tikið fyri avlýsing vegna veður.

Treysti

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: