Heilsuverkið

Nýggjar leiðreglur fyri ferðandi til Føroya

Mánadagin tann 15. juni verður latið upp fyri ferðafólki úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi. Ferðing úr restini av heiminum er enn avmarkað til føroyingar, sum koma heim, og fólk, ið hava arbeiðsørindi í Føroyum.

Landsstýrið mælir føroyingum til fyribils ikki at ferðast í onnur lond enn tey fimm londini, ið latið verður upp fyri tann 15. juni.

Ferðafólk, sum koma úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi skulu vísa váttan um negativa COVID 19 kanning, sum ikki er eldri enn fimm dagar. Kravt verður ikki, at fólk, búsett í Føroyum, skulu vísa váttan, tá ið tey koma aftur til landið.

Tað er sera umráðandi, at øll ferðandi til Føroya vísa varsemi á ferðini, og at tey ferðandi, sum nýliga eru komin til landið, eru serliga ansin og fylgja almennu tilmælunum.

Broytt sóttarhald
Kravið um sóttarhald verður nú avtikið fyri ferðandi úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi. Kemur tú úr øðrum londum enn Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi verður tó framvegis staðiliga mælt til, at tú fert í sóttarhald í 14 dagar.

Tað er sera týdningarmikið, at øll, sum hava verið uttanlands, lata seg kanna beinanvegin, um illgruni er um smittu.

Kanningardepil
Landsstýrið vil gera tað lættari hjá hvørjum einstøkum at lata seg kanna. Tí verður í løtuni arbeitt við at skipa ein kanningardepil afturat.

Tað verður coronaráðgevingin, sum fer at skipa nýggja kanningardepilin.

Verja okkara sárbæru
Tað er sera týdningarmikið, at ein verjugarður verður gjørdur um okkara sjúku, eldru og veiku borgarar, ið eru millum tey sárbærastu í mun til COVID-19. Heilsuverkið og ávís eldraøki í landinum hava sum er skipanir, har starvsfólkini lættari kunnu lata seg kanna. Arbeitt verður við at víðka hesa skipan til aðrar viðkomandi starvsbólkar, ið eru um okkara sárbærastu borgarar.

Serskipan til útisiglarar
Umleið 100 útisiglarar koma til Føroya um vikuna. Ein serstøk skipan fyri útisiglarar verður nú sett í verk. Aðalmálið við skipanini er at gera tað lættari hjá útisiglararum at lata seg kanna fyri COVID-19, tá ið teir eru í Føroyum. Við nýggju skipanini slepst undan sóttarhaldinum.

Landsstýrið fylgir støðugt gongdini, og er neyðugt at endurskoða galdandi skipanir, verður hetta gjørt.

Løgmansskrivstovan

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.