Nólsoy, Kallsoy, Svínoy, Fugloy og Skúgvoy skulu hava nýggjar ferjur beinanvegin.

Fólkaflokkurin vil skipa Strandferðsluna sum sjálvstøðugan almennan stovn, ella sum alment partafelag.

Tá verður møguligt hjá stovninum/partafelagnum beinanvegin at byggja nýggjar ferjur til omanfyri nevndu oyggjar.

Umframt, at vit tá kunnu byggja nýggjar og nútíðarhóskandi ferjur, so verða tær eisini orkusparandi og munandi minni viðlíkahald verður.

Tað er neyðugt at byggja nýtt og við Fólkaflokkinum ber tað til.

Jørgen Niclasen, valevni Fólkafloksins

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: