Nýggja vælveruøkið tikið í brúk

Ímorgun hitti forkvinnan í Mentanarnevndini, Jóhanna Christiansen, morgunfrúur og morgunharrar í nýggja vælveruøkinum, sum fyri fyrstu fer lat upp í dag. Sigast skal, at lagið var sera gott.
Skipað varð fyri morgundrekka, har býráðslimir, arbeiðstakarar, starvsfólk og morgunsvimjarar hittust til eina hugnaliga løtu.
Forkvinnan takkaði fyri arbeiðið og leiðarin í svimjihøllini, Torkil Mørkøre, segði eisini nøkur orð.
Í dag er tað ókeypis at vitja vælveruøkið. Øll eru hjartaliga vælkomin at royna nýggja tilboðið.
Aldursmarkið er tó 16 ár.
Klaksvíkar Kommuna
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: