LØGTINGIд19 Politikkur Tíðindi

Nýggja landsstýrið tikið við landsins stjórn

Nýggja landsstýrið er nú skipað. Á løgtingsfundinum um vikuskiftið gjørdist greitt, at sjey landsstýrisfólk fara at manna nýggja landsstýrið. Bárður á Steig Nielsen er valdur til løgmann.

”Fyri tveimum vikum síðani valdi Føroya fólk eina nýggja leið. Eina leið, har tað verður leitað aftur á slóðina. Eina leið við tryggleika og stabiliteti,” segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað í røðu síni í Løgtinginum.

Løgmaður vísti eisini á, at samgongan hevur sett sær fyri at gera Føroyar til eitt samfelag í serflokki. Skal hetta eydnast verður neyðugt, verður neyðugt at taka nøkur tøk, ið flyta okkara samfelag enn longur framá á leið.

”Úti í heimi henda stórar broytingar. Og herheima veksa krøvini til okkum sum samfelag. Við hesum avbjóðingum í huga, er neyðugt at gera politiskar langtíðarætlanir, ítøkiligar nýskipanir og tillagingar, ” vísti Bárður á Steig Nielsen á.

Løgmaður hevur tilnevnt hesi landsstýrisfólk:

Jørgen Niclasen, varaløgmaður og landsstýrismaður í fíggjarmálum

Jacob Vestergaard, landstýrismaður í fiskvinnumálum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna í almannamálum

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnu- og umhvørvismálum

Kelda: lms.fo

SáH

Her Landsstýrið 2015

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.