NÝGGJA KAJØKIÐ NIÐAN FYRI BLIKKSMIÐJUNA HANDAÐ KOMMUNUNI

Í vikuni handaði Kanjon kommununi arbeiðið, har fyritøkan hevur víðkað kajkantin til nýtt vinnuøki, sum er staðsett niðan fyri Blikksmiðjuna. Talan er um eina útfylling, sum er á leið 1800 fermetrar, frá bygninginum hjá Skipafelagnum til heimaru bryggju.
Nú verður farið undir arbeiðið at fáa nýggja økið matrikulerað. Síðan skal grótið seta seg, áðrenn farast kann í gongd við at byggja. Tilboðið frá Kanjon var á kr. 4.329.805.
Klaksvíkar Kommuna
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: