Nýggja bíleggingarskipanin roynist yvirhøvur væl

Koppsetingin varð tikin uppaftur í gjár, tá tilsamans 232 fólk vórðu koppsett. 198 fólk fingu fyrr prikið og 34 fingu tað seinna. Talan var um fólk 85 ár og eldri, og eitt koppsetingarlið frá Sjúkrahúsverkinum var á Sandoynni og koppsetti fólk yvir 65 ár, sum fáa persónliga røkt.
Nýggja bíleggingarskipanin á corona.fo royndist yvirhøvur væl, og í morgun høvdu fleiri enn 200 fólk í aldrinum 85 ár og eldri bókað eina tíð gjøgnum skipanina.
Sjúkrahúsverkið mælir fólki til at fáa avvarðandi at hjálpa við bíleggingini, um tørvur er á tí. Til ber eisini at brúka telefonnummar og teldupost hjá avvarðandi.
Nú eru tilsamans 9.660 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 5.586 hava fingið fyrru koppsetingina. 4074 hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.
Heilsumálaráðið