Politikkur

Nýggj nøvn til føroysku sjúkrahúsini

Ert tú orðasmiður og dámar væl at spæla við orð? So kanst tú vera við í navnakappingini um at smíða nýggj nøvn til sjúkrahúsini í Føroyum.

EITT SAMLAÐ SJÚKRAHÚSVERK
Í 2018 vórðu Klaksvíkar sjúkrahús, Suðuroyar sjúkrahús og Landssjúkrahúsið skipað undir felags leiðslu og sum eitt samlað føroyskt sjúkrahúsverk.

Ein avgerandi lutur í at samansjóða tey trý sjúkrahúsini er at skapa ein sterkan samleika. Ein samleika, ið er felags fyri øll sjúkrahúsini. Tí verður sóknast eftir nýggjum nøvnum, ið knýta hesi saman í eina savnaða heild.

NØVN, SUM SMITTA
Tað er ikki bara sjúka, ið smittar. Vælvild smittar eisini: Ein hjálpandi hond, eitt herðaklapp, eitt lítið bros. Tá ið nýggju nøvnini verða almannakunngjørd, er ætlanin, at tey verða væl móttikin og falla væl í oyrunum.

Nýggju nøvnini skulu knýta tey trý sjúkrahúsini saman. Tað kann annaðhvørt vera sama navn til øll trý sjúkrahúsini við undirheitum, sum vísa til økini (t.d. Klaksvík, Tórshavn, Tvøroyri) – ella trý ymisk nøvn, sum hóska saman. Einasta treytin er, at nøvnini á teimum trimum sjúkrahúsunum rigga saman.

Virðislønin er samlað kr. 10.000 – umframt stóra heiðurin at hava givið føroysku sjúkrahúsunum navn.

TREYTIR
Umframt einfalt orðfimi skulu nýggju nøvnini lúka hesar treytir:

Tey skulu falla væl og ikki vera ov long
Uppskot skulu latast inn við frágreiðing um, hví nøvnini eru hóskilig
____________

Freistin at senda inn uppskot er 12. juni 2020 kl. 12. Síðan verða uppskotini viðgjørd, og vinnandi nøvnini kunngjørd seinast í julimánaði.

Uppskot til navnakappingina kunnu latast sjúkrahúsunum á Tvøroyri, Klaksvík ella í Havn í afturlatnum brævbjálva. Merk brævbjálvan “Navnakapping”. Uppskot kunnu eisini verða send við telduposti til ks@ks.fo

Spurningar og ivamál kunnu verða beind til Alexandru á Dul, stjóra í Sjúkrahúsverki Føroya, á 288922 ella alexandra@ks.fo.

Nevndin, ið metir um uppskotini, er mannað við sjúklingaumboðum, umboðum úr sjúkrahúsverkinum og málkønum. Nevndin letur landsstýrismanninum í heilsumálum tilmælini, síðan tekur hann støðu til nýggju nøvnini.

Vit tilskila okkum rættin til ikki at nýta nakað av uppskotunum, ið koma inn. Eru tað fleiri, ið skjóta upp nøvn, ið vinna, draga vit lut um virðislønina.

Heilsumálaráðið

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.