Á hvørjum ári verður nýggj nevnd vald í HUXA, sum er ungamannafelagið hjá fólkaflokkinum. Nýggja nevndin varð vald á landsfundi felagsins og skipað á nevndarfundi 7. februar 2022.

Á landsfundinum vórðu ársfrágreiðing og roknskapur løgd fram, og varð roknskapurin fyri 2021 góðkendur.

2021 var eitt heldur øðrvísi ár við farsótt, tilmælum og avmarkingum. HUXA megnaði hetta tíðarskeiðið at gera vart við seg á teimum sosialu miðlunum, savna borgarliga ungdómin og virka til, at ungdómurin framvegis hevur eina aktiva rødd á borgarliga vonginum. Erling stóð á odda fyri hesum arbeiði við greiðum málum og ætlaðum. Erling Mørkøre er tí afturvaldur og ætlar at savna borgarliga ungdómin í størri mun enn til bar í 2021.

Nevndin vil samstundis takka Beini Johannesen fyri stóra arbeiðið í HUXA og eru vit sera errin av, at ein av okkara situr á løgtingi og arbeiðir fyri borgarligu hugsjónini.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Erling Mørkøre, Formaður

Rói Johannesen, Næstformaður

Oddur Norðberg, Kassameistari

Eyðstein Zachariasen, Skrivari

Teitur Friduson Andreasen, Nevndarlimur

Tiltakslimir:

Maria Muller

Jessica Cazabon Celibashi

Tummas Jóhan Í Djónastovu

Nevndin fer beinleiðis til verka og ætlar áhaldandi at upplýsa og savna einari borgarligari ungdómin, til frama fyri eina borgarliga framtíð í Føroyum.

Huxa

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: