Nýggj matstovulóg til matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi o.a. samtykt í gjár

Uppskotið til løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) bleiv samtykt við 3. viðgerð ígjár.

Almennar viðmerkingar vóru hesar og orsakin til uppskotið skrivar Poul Michelsen landsstýrismaður soleiðis:

Almennar viðmerkingar og orsakir til uppskotið
Politiið hevur í fleiri umførum víst á, at tað er óheppið, at politiið bæði viðger og letur matstovuloyvi, samstundis sum politiið skal hava eftirlit við, at treytirnar í loyvunum verða hildnar. Afturat tí eru reglurnar í dag skipaðar soleiðis, at fleiri ymiskir myndugleikar skulu veita fleiri ymisk loyvi í sambandi við matstovu- og skeinkingarvirksemi. Tískil verður skotið upp at gera hesa umsóknarmannagongd meira einfalda og tíðarhóskandi. Mett verður, at hetta endamál best verður rokkið við at gera eina yvirskipaða lóg, sum á einum staði ásetur reglur fyri nevnda virksemi. Reglurnar, sum skipa matstovu- og skeinkingarvirksemi, eru ásettar í
ymsari lóggávu, og tað tykist óneyðuga trupult at fara undir nýtt virksemi, eins og
endurnýggjan av loyvum bæði er tíðarkrevjandi og bureaukratisk. Tískil verður mett rættast at viðgera økið í síni heild soleiðis, at tað yvirskipað verður einfaldari at søkja um viðkomandi loyvi, eins og tað verður einfaldari at umsita og hava eftirlit við matstovu- og skeinkingarvinnuni.

Afturat hesum verður ásetingin í § 5 í halgidagslógini (Kongelig Anordning nr. 441 af 21. november 1923 hvorved lov nr. 353 af 7. august 1922 om den offentlige Fred paa Folkekirkens Helligdage samt Grundlovsdagen sættes i kraft paa Færøerne) strikað. Henda broyting hevur við sær, at tann avmarking í upp- og afturlatingartíðum, sum er galdandi ávís kvøld á árinum, verður strikað. Sambært ásetingini skulu almenn tiltøk halda uppat á midnátt kvøldið fyri ein halgidag. Henda áseting hevur ikki verið handhevjað í longri tíð, tí onnur regulering er komin í staðin fyri. Sum dømi um hetta kann nevnast, at loyvt er at skipa fyri
dansi til kl. 04:00 sunnumorgun, hóast dansurin eftir § 5 í halgidagslógini skuldi hildið uppat á midnátt. Í somu grein er harumframt ásett, at loyvt er als ikki at skipa fyri almennum tiltøkum kvøldið fyri jóladag, páskadag og hvítusunnudag. Heldur ikki henda áseting hevur verið handhevjað til fulnar í longri tíð, og bæði matstovur og skeinkingstøð hava opið hesi kvøld, eins og skipað verður fyri øðrum almennum tiltøkum. Forboðið hevur verið handhevjað á tann hátt, at loyvt hevur ikki verið at skipa fyri dansi ella at hava live tónleikaframførslur. Fyri at løgskipa ta siðvenju, sum hevur verið galdandi seinastu mongu árini, tá ið talan er um almen tiltøk og afturlatingartíðir kvøldið fyri ein heiligdag, verður skotið upp at strika ásetingina í § 5 í halgidagslógini. Aðrar broytingar verða ikki gjørdar í
halgidagslógini. Av tí at talan bara er um eina einstaka broyting, er í samráð við
Mentamálaráðið avgjørt at gera ta broytingina í hesum lógaruppskotinum.

Mett verður ikki, at hesar broytingar fara at hava við sær fíggjarligar avleiðingar fyri landið, eins og mett verður, at broytingarnar fara at hava við sær positivar umsitingarligar avleiðingar.

Uppskotið hevur til endamáls at gera reglurnar um matstovu- og skeinkingarvirksemi einfaldari og meira tíðarhóskandi.

Her síggja til alt uppskotið, klikk her: “Matstovulógin”

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.