Nýggj bíleggingarskipan til koppseting

Í næstum verður farið at koppseta eftir aldursbólkum, og í hesum sambandi verður eisini ein nýggj bíleggingarskipan tikin í nýtslu
Eftir ætlan kemur nýggj sending við Pfizer koppingarevni til Føroya mikudagin og verður koppsetingin tikin uppaftur hósdagin tá fólk, sum hava fylt 65 ár og sum fáa røkt og hjálp, verða koppsett.

Síðani verður farið undir at koppseta eftir aldri og byrjað verður við teimum, sum eru 85 ár og eldri.

Seinni í hesi vikuni verður nýggj bíleggingarskipan tikin í nýtslu á korona.fo.

Hetta merkir, at fólk sjálvi skulu bíleggja sær tíð at verða koppsett á korona.fo, ella tey kunnu ringja og bíleggja sær tíð.

Tilmeldingarskipanin verður eftir sama leisti, sum tá fólk bíleggja sær kanning – poting – fyri koronusmittu.

Koppsetingarkunngerðin fevnir nú um enn fleiri bólkar
Koppsetingarkunngerðin varð herfyri víðkað við nýggjum bólkum av fólki, ið standa næst at sleppa framat at verða koppsett fyri koronu. Samstundis er koppsetingarkalendarin dagførdur, so til ber hjá fólki at fylgja við, nær tey kunnu vænta at eiga tørn.

Nýggju bólkarnir í kunngerðini fevna um fólk, sum eru komin upp í árini, men annars eru væl fyri, og sum ikki hava tørv á serstakari hjálp at verða koppsett.

Tá liðugt verður at koppseta tey, ið eru 85 ár og eldri, verður farið víðari til næsta aldursbólk, sum eru tey, ið eru fylt 80 ár. Hetta verður helst stutt eftir páskir.

Tá bólkarnir 1-9 eru koppsettir, verður farið undir at koppseta restina av bólkunum.

Nógv fólk venda sær til sjúkrahúsverkið og aðrar heilsumyndugleikar at fregnast um, nær tey sleppa framat at koppsetast, og hvussu tey skulu bera seg at. Hetta verður væl og virðiliga fráboðað á heimsíðuni korona.fo, á tíðindaportalunum og í lýsingum, so hvørt sum nýggju bólkarnir sleppa framat at verða koppsettir.

COVID-19 koppsetingarbólkurin

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: