Nýggj ANRU til Hvannasunds

Eigararnir handan fiskivinnufelagið ANRU í Hvannasundi, Janus Rein og Gundur Sørensen,
hava keypt línubátin Mýling, sum hevur fingið navnið ANRU og kemur inn í felagið í staðin
fyri núverandi ANRU.

“Vit eru sera spentir upp á hetta skipið, sum er serstakliga væl útgjørt, serliga tá hugsað
verður um støddina á skipinum”, sigur Gundur Sørensen, og sipar m.a. til, at skipið hevur
autolínuskipan, gott og vælskipað dekkspláss at arbeiða fiskin í, umframt kølilast og
krapaísskipan, sum gevur serliga góða fiskigóðsku. “Harumframt hava vit tryggjað okkum
eina rúgvu av fiskidøgum, so nú er um at fiska. Vit fara at vera 7 mans við skipinum, og síðani
hugsa vit at koyra við hálvaðru manning, tá vit eru komir ordliga í gongd”, leggur Gundur
afturat.

Janus Rein sigur í stuttari viðmerking, teir eru ordiliga spentir upp á at koma í gongd við
nýggju ANRU, men at teir báðir samstundis ásanna, at tað er við sorgblídni, at teir nú seta
fyrru ANRU til sølu, tí báturin hevur riggað serstakliga væl hjá teimum sum útróðrarbátur,
umframt at hann er í góðum standi og í millum størstu og best egnaðu útróðrarbátarnar í
bólki 5A.

Janus og Gundur ynskja ikki at upplýsa, júst hvussu nógv nýggja verkætlanin hjá teimum
kostar, men siga í stuttum, at sæð í mun til støddina á teirra lítla reiðaríi, so er talan um eina
risa verkætlan, sum teir persónliga hava sett heilt nógv av peningi í.

Nýggja ANRU er á beding hjá MEST inntil mitt í næstu viku, har skipið verður málað av
nýggjum umframt at ymsar ábøtur verða gjørdar. Tá ANRU kemur av beding aftur, fer skipið
fyrst og fremst norður til heimbygdina Hvannasund, og síðani verður farið beina leið til
fiskiskap.

“Nú byrjar so eitt nýtt kapittul í okkara lítla reiðaríi”, siga Janus Rein og Gundur Sørensen til
endans.

News. fo og Norðoya Portalurin ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku og ynskja ANRU góðan byr og góðan fiskiskap í framtíðini.

SáH​

SO VERÐUR TAÐ GJØRT

Please follow and like us: