Nýggi stjórin á Landsverki byrjaður

LEIÐSLA: Í dag 1. oktober tók Sigurd L. Lamhauge við sum stjóri á Landsverki. Hann avloysir Árant Andriasson, ið hevur verið virkandi stjóri síðani januar í ár.
Tað var í juli mánaða, at táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, Heðin Mortensen, setti Sigurd L. Lamhauge sum stjóra á Landsverki, og í dag tók hann formliga við stjórastarvinum. Sigurd L. Lamhauge avloysir Árant Andriasson, ið hevur virkað sum stjóri síðani 7. januar, eftir at Ewald Kjølbro var farin frá 19. desember í fjør.

19 umsøkjarar vóru til starvið, og Sigurd L. Lamhauge var ein av trimum umsøkjarum, sum ein samd setanarnevnd stillaði inn til landsstýrismannin.

Nýggi landsverksstjórin er útbúgvin verkfrøðingur og Master of Science í management. Hann hevur áður arbeitt eitt skifti á Landsverki og hevur annars drúgvar starvsroyndir sum verkætlanarleiðari av bæði verklags- og byggiverkætlanum í stórum føroyskum og útlendskum fyritøkum.

Sambært tíðindaskrivi frá táverandi Samferðslumálaráðnum verður uppgávan hjá nýggja stjóranum fyrst og fremst at leiða og menna Landsverk sum stovn, at vera virkin í mun til politisku-fyrisitingarligu leiðsluna, og at vera andlitið hjá stovninum úteftir.

Víðari verður sagt, at nýggi stjórin hevur tann bundna setning, at hann fyrsta árið skal stjórna stovninum, samstundis sum hann ger neyðugar tillagingar og broytir stovnin til nútíðar tørv, leiðslu- og fyrisitingarhugburð. Eisini skal hann tryggja og styrkja álitið á stovnin bæði innanhýsis, millum manna og mótvegis til politisku skipanini.

Somuleiðis fevnir arbeiðssetningurin um at endurhugsa tilverugrundarlagið hjá Landsverki, har støða skal takast til, hvørjar uppgávur stovnurin skal loysa, og hvussu tær best kunnu loysast. Eisini skal støða takast til hvørjir førleikar krevjast, og hvussu stovnurin fær sum mest burtur úr teimum.

Landsverk vísir nú til Fíggjarmálaráðið, og sum stjóri hevur Sigurd L. Lamhauge evstu ábyrgd av stovninum.

Á myndini fráfarandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson (vinstrumegin), og nýggi stjórin, Sigurd L. Lamhauge.

Kelda: Landsverk.fo

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.