Nýggi Christian í Grótinum er komin heim


Seinnapartin í dag legði nýggjasta og snotiligasta skipið í føroyska foltanum at í Norðhavnini. Sera nógv fólk vóru møtt til hátíðarløtuna og flest teirra nýttu eisini høvi at vitja umborð.

Jan Petersen, stjóri, bjóðaði vælkomin og borgarstjórin, Karl Johansen, helt røðu. Klaksvíkar hornorkestur spældi vakrar tónar og Kristian Martin Rasmussen nýtti eisini høvi at takka fyri vøkru móttøkuna.

Niðanfyri endurgeva vit røðuna hjá borgarstjóranum

Góðu reiðarar, skiparar og manning við familjum!

Góðu tit øll, sum eru komin her í dag.

Hjartaliga vælkomin!

Tað er mær ein stórur heiður og ein gleði, sum borgarstjóri, at standa her í dag og taka ímóti hesum stórbæra, vakra og nútímans flaggskipi, sum framyvir kemur at hava sín heimstað her í Klaksvík.

Hetta er sanniliga ein stórur og søguligur dagur, bæði fyri okkara land og ikki minni fyri Norðoyggjar og Klaksvík.

Vøkru myndirnar, sum vit hava sæð av hesum stásiliga skipi seinastu dagarnar hava veruliga vakt ans.

Men eg má siga, at síggja skipið í veruleikanum er enn meira imponerandi.

Eg eri heilt bergtikin og eg fái eina kenslu av vón og bjartari framtíð, tí hetta er eitt skip, sum alt annað líka framtíðartryggjar samtakið Christian í Grótinum nógv ár fram.

Hetta er fyrst og fremst eitt fantastiskt bragd, sum eg gleðist um saman við tykkum, men skipið verður sanniliga eisini til gangs fyri kommununa, Klaksvíkina, ja alt Føroya land.

Eg haldi vit øll kunnu verða samd um, at hetta er søgan um eina fyritøku, sum hevur havt við- og mótgongd, men sum kortini hevur megnað at yvirliva og ment seg tvørturum ættarlið.

Tað er ein sonn sólskins søga, sum vit í dag kunnu fegnast um saman við tykkum.

At tað skuldi koma hertil, at eg sum borgarstjóri, fekk høvi at taka ímóti einum so stórbærum skipi, sum abbasynirnir hjá Palla hjá Mariannu, hava staðið á odda fyri, tað var ikki í mínum villastu tonkum, tá ið eg og Palli í 1974 svøvnrúsutir fóru mangar útróðrar túrar.

Eg og Palli høvdu eitt sera gott forhold. Eg minnist serliga gott afturá várið í 1974, tá ið vit kl. 02.00 á nátt vanliga fóru við snellu. Tá var eg 19 ára gamal og júst blivin pápi at elstu dóttir okkara, Anniku.

Arbeiðsdagarnir vóru langir og tørnaðu vit ofta ikki inn aftur fyrr enn kl. 20-21 á kvøldi.

Hetta tíðarskeiðið kann bestemt ikki samanberast við arbeiðsumstøðurnar í dag.

Hvørki eg ella Palli høvdu nakran skrivara, sum kundu leggja okkum avtalurnar og arbeiðsvaktirnar inn á kalendarin.

Nei, Palli heintaði meg á Heygavegum og so koyrdu vit til Borðoyarvík og síðan norð á Kósina fyri at vita, um veður var til at fara til útróðrar.

Ikki altíð viðraði, men hvønn dag gjørdu vit eina roynd og hvønn dag stóð hann á vegnum kl. 02.00 og bíðaði eftir mær. Ja, enntá kundi hann finna uppá at halda á floytuni. Tá byrjaði eg at renna, so ikki alt grannalagið vaknaði.

Tað kundi koma fyri, at hann hevði verið biltúrin, áðrenn hann kom forbí hjá mær við boðum um, at ongin túrur bleiv. Men hann kom ikki bara við boðunum, so eg kundi leggja meg aftur, nei tá kom hann inn at fáa sær ein drekkamunn ????

Tað eru nokk fá eg havi drukkið te-munn saman við kl. 02.00 á nátt, men tað vóru góðir drekkamunnar og góðar løtur, sum standa sterkt í minninum hjá mær.

Er ta nakað sum bæði eyðkendi Palla og hansara eftirkomarar, so er tað hetta, at teir hava gjørt sítt arbeiði til lítar, hava verið álitismenn, har teir hava verið, og “einki reyp”.

Soleiðis minnist eg Palla, og soleiðis upplivi eg eisini Kristian Martin og synirnar Jón, Eyðun og Boga.

Góðu tit allir og familjur tykkara

Tit vita betur enn nakar annar, at tað ikki altíð hevur gingið sum eftir ánni. Tit hava sanniliga upplivað mótburð, men tit hava við røttum ryggi og eyðmjúkleika tikið við bæði við- og mótgongd.

Umframt tykkara arbeiðssemi, so hava umstøðurnar hesi nógvu árini sett krøv til tykkara dirvið, men eisini tykkara tolsemið og úthaldnið.

Krøvini gjøgnum tíðina eru ómetaliga nógv broytt. Tað er ikki nokk bara at fáa ungar dreingir at standa klárar á vegkantinum, sum Palli kravdi av mær, tá loysast skuldi frá landi.

Nýhugsan, dugnasemi og góð samstarvsevnir eru bara nakrar dygdir, sum tit í hesum arbeiðinum hava havt brúk fyri, tá ið tit í hesari tilgongdini hava samstarva við alskyns veitarar úr øllum heiminum.

Góði Bogi

Eg vil fegin senda eina serlig heilsan til tín, sum hevur staðið á odda fyri hesi verkætlan. Eg havi frætt frá fólki, sum hava samstarva við teg í hesum tíðarskeiðinum, at tú hevur verið fyrimyndarligur.

Tað undrar ongan, tí ættin hjá Christiani í Grótinum, sum nú telist 4. ættarlið, hevur í ára tíggju mynda ein framburð, sum er ómetaliga týðandi fyri Norðoyggjar og Føroya land.

Tit eiga rós fyri at sáa mót í okkara fólk, og tað eri eg tykkum ómetaliga takksamur fyri.

Eg havi onkuntíð sagt, at síðan eg bleiv borgarstjóri, so havi eg havt nógvar røður, har eg havi róst einstaklingum og feløgum fyri meistaralig avrik, sum hava fingið tey á fremstu rók.

Eg kann bara staðfesta, at hetta heldur fram, tí nú eiga vit eisini størsta og flottasta skipið í Føroyska flotanum og tað kunnu vit ikki annað enn verða ómetaliga errin av.

Vegna Klaksvíkar Býráð vil eg ynskja felagnum hjá Christiani í Grótinum hjartaliga til lukku, og at Harrin má fylgja felagi, skipi og manning og øllum teirra avvarandi, so hetta kann verða til signing fyri alt Føroya land.

Latið okkum í felag styrkja bý og øki okkara.

Hjartaliga til lukku og blíðan byr!

Takk fyri.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: