Núpur landar í morgin 130.000 pund til Kósina

Núpur, sum hevur roynt við línu vestanfyri Føroyar er á veg inn og landar til Kósina í morgin tíðliga.

Teir fóru túr tann 5. september, so hetta hevur verið ein skjótur og góður túrur.

Tað mesta er toskur og ein partur verður seldur til Fiskamarknaðin Føroyar og tað er 50.000 pund av hýsu.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: