Núpur komin aftur við 80.000 pundum

Núpur, mynd tikin tann 04.12.2020 klokkan 12:39

Núpur kom aftur tíðliga í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Landa bleiv til Kósina og høvdu teir 80.000 pund, veiðan var blanda, toskur, longa, hýsa og brosma.

Nakað av veiðuni bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var hýsa og skøturavar, 18.400 pund hýsa og 4.800 pund skøturavar, sjá søluna herundir.

Núpur byrjaði túr tann 24. november.

SáH

NÚPUR – ( KG 910 ) KLAKSVÍKAR HAVN 24-11-2020 04-12-2020 11.600

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author